Fótbóltur

Mattias varð vrakaður

Hetta eftir stinna avrikið móti Randers og fýra dystir á rað í Superliguni - nýggi málverjin hjá Fredericia beinanvegin inn á liðið. Tað endaði við 4-1 tapi móti AGF - vit hoyra frá Mattiasi Lamhauge seinni.

Hóast fýra Superliga-dystir á rað og eina rútmu í felagnum, so skuldi ein annar málverji, sum hevði verið í felagnum í fýra dagar, spæla ístaðin fyri Mattias Lamhauge (Mynd: EPA)

Hóast fýra Superliga-dystir á rað og eina rútmu í felagnum, so skuldi ein annar málverji, sum hevði verið í felagnum í fýra dagar, spæla ístaðin fyri Mattias Lamhauge (Mynd: EPA)

2025-09-01 14:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótbóltsverðin er ofta køld. Hetta hevur Mattias Lamhauge verið noyddur at sanna seinastu dagarnar.

Føroyski landsliðsmálverjin hevur, síðani Ovie Ejeheri gjørdist skaddur í 2. umfari, vart málið hjá Fredericia. Í teimum fýra dystunum í fremstu donsku deildini hevur lítið verið at sett fingurin á hjá 26-ára gamla havnarmanninum.

Hann fekk serliga nógv rós fyri fyrsta dystin móti FCK, har Fredericia var undir stórum trýsti, og 24. august helt Mattias málið reint og var annars sera tryggur í 1-0 sigrinum á Randers.

Sí eisini: Bold hevur Mattias á vikuliðnum

Hetta avrikið sendi føroyingin á okkurt vikulið, men miðskeiðs í síðstu viku var ein nýggjur og harður kappingarneyti uppá pláss.

Talan er um Etienne Green, sum kemur úr Premier League-felagnum Burnley, Hann er hálvur onglendingur og hálvur fraklendingur og hevur spælt U-landsdystir fyri Frakland og Ongland.

Sí eisini: Mattias Lamhauge hevur nýggjan harðan kappingarneyta

Sunnudagin vardi hann málið ímóti AGF, hóast venjarin Micheal Hansen - eins og fleiri fjepparar á sosialu miðlunum - hevði víst á, at Green skuldi prógva seg áðrenn. 

Fýra mál komu inn móti Fredericia, og atfinningarnar móti avgerðini um at bara seta Mattias Lamhauge av heglaðu innyvir venjara og felag.

Spurningurin er so, hvat framtíðin býðir hjá føroyska landsliðsmálverjanum. Hann hevur sitið nógv á bonkinum seinasta árið, og tað er týðiligt, at Fredericia ikki vil satsa uppá hann fast millum stengurnar. Flytingarvindeygað letur aftur í kvøld - einki bendir á, at Mattias Lamhauge fer nakran veg.

Vit hoyra frá Mattiasi í sambandi við at landsliðið savnast í dag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder