Fótbóltur

Meinhard Egilsson hevur aftur verið undir skurði

Landsliðsspælarin hevur havt trupulleikar við meniskinum í knænum, har hann áður hevur slitið krossbandið. Meinhard verður tó ikki úti í nógv meira enn ein mánaða.

Meinhard Egilsson Olsen verður úti einar fimm kappingardystir hjá Kolding, og mest sannlíkt noyðist ferðmikli

Meinhard Egilsson Olsen verður úti einar fimm kappingardystir hjá Kolding, og mest sannlíkt noyðist ferðmikli "all-round spælarin" at sita heima, meðan landsliðsliðfelagir vera á venjingarlegu í Dubai - her sæst Meinhard leggja upp til sigursmálið hjá Martini Agnarsson móti Kekkia (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-24 12:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg havi verið darvaður av knænum í eina tíð og ikki fingið vant eftir vild ein part av vetrinum. Tìskil hildu vit, at tað var best, at eg fór undir skurð nú.

Soleiðis greiðir Meinhard Egilsson Olsen Portalinum frá, tá vit ringja til hann. 

29-ára gamli landsliðsspælarin var undir skurði í síðstu viku. Tað gekst væl, og bert tveir dagar seinni fekk hann gingið sum vant, og er hann longu spakuliga farin í gongd at venja aftur: Ikki við fótbóltsvenjing, men ymiskar rørslur.

Meinhard greiðir frá, at har lá okkurt brósk og órógvaði við meniskin, sum nú er burtur. Tað sama er annað "órudd", sum var har á leið. 

Tað eru nú stutt undir trý ár síðani, at Meinhard Egilsson Olsen sleit krossbandið í dysti í Noregi.

Núveandi skaðin er tíbetur ikki ein av álvarsamu knæskaðunum, men Meinhard Egilsson skal mest sannlíkt sita úti í 4-6 vikur. Hetta svarar til umleið sama tal av dystum hjá Kolding, sum stríðist fyri at koma i ovara endaspælið í næstbestu donsku deildini.

A-landsliðið skal á venjingarlegu í Emirríkjunum um eina mánaða. Tað er heldur ósannlíkt, at vongurin og ferðmikli "all-round spælarin" við 42 A-landsdystum verður við tá.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder