NSÍ: NSÍ kann í dag við gleði kunngera, at Meinhard Egilsson Olsen er komin heim aftur. Felagið hevur skrivað undir ein 2,5 ára sáttmála við 29 ára gamla landsliðsleikaran, sum harvið bindur hann at NSÍ til og við kappingarárið 2028.
Eftir 11 ár í útlegd, bæði uttanlands og í øðrum feløgum, er Meinhard nú aftur gulur og svartur. Ein leikari, sum nógvir NSÍ áskoðarar minnast frá fyrstu ferðina í felagnum, og sum síðani hevur bygt upp drúgvar royndir á hægsta stigi bæði heima og uttanlands.
Meinhard fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðnum hjá NSÍ í 2013. Við sínum ferðmikla spælistíli, dirvi og framúrskarandi høgra beini vísti hann skjótt sítt stóra potentiali. Í 2015 tók hann næsta stigið í yrkisleiðini, tá hann skifti til danska felagið Vendsyssel FF.
Síðani hevur fótbóltsleiðin ført hann gjøgnum fleiri sterk feløg í Norðurlondum. Umframt NSÍ hevur Meinhard umboðað B36 í Føroyum, Vendsyssel FF og Kolding IF í Danmark, Kristiansund BK, Bryne og Mjøndalen í Noregi, umframt svenska felagið GAIS. Hesi árini hava givið honum virðismiklar royndir frá ymiskum kappingum og fótbóltsmentanum.
Meinhard hevur umboðað Føroyar á øllum ungdómslandsliðunum, og síðani 2019 hevur hann verið fastur partur av føroyska A-landsliðnum. Altjóða royndirnar og dygdirnar, hann hevur ment gjøgnum árini, verða ein stór styrki fyri NSÍ.
Meinhard er ein álopskendur leikari, sum dugir at skapa málmøguleikar bæði til sín sjálvs og liðfelagarnar. Hann er serliga kendur fyri sítt framúrskarandi høgra bein, góðu teknikkin, ferðini og evnini at avgera dystir við málum og uppleggum.
Hann er skrásettur fyri 93 dystir í bestu mansdeildini í Føroyum, har hann hevur fingið 28 mál.
- Vit í NSÍ eru sera fegin um at kunna bjóða Meinhardi vælkomnum heim aftur. Hann kennir felagið, mentanina og krøvini, sum fylgja við at umboða NSÍ, og vit eru sannførd um, at hann verður ein týdningarmikil partur av liðnum komandi árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald