Tað var á pappírinum størsti dysturin higartil í HM-endaspælinum, tá sponsku evropameistararnir brustu saman við portugisisku nábúgvunum.
1/8-finaludysturin í Dallas-økinum livdi tó ongantíð upp til hetta. Til tess vóru bæði liðini heldur varin, líktiskt heldur nógv og væntaðu álopskendu loysnirnar til at skapa stóra undirhaldið
Tað var málleyst í 90 minuttir, men beint sum yvirtíðin byrjaðu slógu innskiftarar hjá Spania til. Ferran Torres úr Barecelona fann snilt ein frían Mikel Merino, sum var ísakaldur.
Spania sprutlaði ikki, Lamine Yamal var ikki seriiga sjónligur, men var tað betri út á 2. hálvleik, og Diego Costa hevði eitt sindur at gera í portgusiska málinum. Mikel Oyarzabal hevði eisini ein frían møguleika í 1. hálvleiki, meðan Nuno Mendes rakti yvirleggjaran.
Hetta var størsti møguleikan hjá Portugal, sum misti júst Mendes vegna skaða eftir steðgin. Sum heild livdi liðið leikliga ongantíð veruliga upp til stóru vónirnar áðrenn endaspælið, og tá Bernardo Silva stútaði beint uppum í 97. minutti, var lagnan greið: Spania fer víðari til 1/4-finaluna, og verður tað fyrstu ferð síðani 2010, tá steypið kom í hús.
Hjá størsta portugisiska spælaranum gjøgnum tíðirnar varð talan um seinasta HM-dystin. Cristiano Ronaldo segði í øllum førum sjálvur á tíðindafundi mánadagin, at hetta er seinasta HM-endaspælið.
Nú 41-ára gamli maðurin av Madeira spældi í seks HM-endaspølum - tað hava bert hann og Lionel Messi gjørt. Hesi endaspølini stóð Portugal seg best í tí fyrsta: 4. pláss í HM 2006.
![]()
HM er av - hjá Portugal og Cristiano Ronaldo. Hjá Spania gongur leiðin nú vestueftir (Mynd: Kevin C. Cox/AFP/Ritzau Scanpix)
![]()
Mynd: Thomas Coex/AFP/Ritzau Scanpix
Spania skal spæla 1/4-finalu móti USA ella Belgia í Los Angeles-økinum leygardagin. USA og Belgia spæla áttandapartsfinalu í nátt.
Meksiko - Ongland 2-3 (1-2)
Portugal - Spania 0-1 (0-1)
01.00: USA - Belgia
17.00: Argentina - Egyptaland
21.00: Sveis - Kolumbia
Marokko - Kanada 3-0 (0-0)
Paraguay - Frakland 0-1 (0-0)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald