Fyri júst 40 árum síðani í dag skoraði Diego Maradona tvey minnisrík mál í 2-1 fjórðingsfinalusigrinum móti Onglandi á Azteca leikvøllinum. Fyrst sló 10'arin bóltin framvið Peter Shilton, og nakrar minuttir seinni rak greitt besti spælarin í HM-kappingini 1986 framvið helminginum av enska liðnum og skoraði .
Argentina vann hetta HM-endaspælið við Maradona í høvuðsleiklutinum, og í 2022 vann fótbóltsvilla landið aftur HM. Hetta var við Lionel Messi sum høvusmanni, og núverandi 10'arin hjá Argentina hevur higartil eisini gjørt bart í USA.
Hattrikk móti Algeria í fyrsta dystinum og í Dallas í kvøld gjørdi Messi sum Maradona gjørdi fyri júst 40 árum síðani: Tvey mál, sum tryggjaðu Argentina ein sigur móti evropeiskari mótsstøðu.
Bólkaspælssigurin móti Eysturriki merkir sjálvandi ikki eins nógv, sum tann móti Onglandi á sinni. Men 2-0 sigurin í Texas ger, at heimsmeistararnir koma víðari, og við fyrra málinum skrivaði Lionel Messi HM-søgu.
Hann skoraði samanlagt 13 mál í sínum fyrstu fimm HM-endaspølunum. Við teimum trimum málunum móti Algeria kom Lionel Messi undir liðuna á Miroslav Klose, sum í endaspølunum í 2002, 2006, 2010 og 2014 skoraði samanlagt 16 mál fyri Týskland. Harvið hevur týski áleyparin í tólv ár verið samanlagdur HM-toppskjútti, men nú hevur eingin gjørt fleiri HM-mál enn Messi.
10'arin hevði longu møguleikan eftir átta minuttir, tá Argentina fekk brotsspark. Men Lionel Messi skeyt framvið. 38-ára gamli argeninin gjørdi tó skaðan góðan stutt fyri steðgin. Eftir gott uppspæl í vinstru endaði bólturin hjá Messi, sum skrivaði HM-søgu við klassiskum Messi-máli: Staddur stutt inni í brotsteignum og mitt fyri, møtti 10'arin bóltinum perfekt við sínum gylta vinstra beinið og setti hann trygt niður í málhornið.
![]()
Stórur argentinskur fagnaður eftir søguliga málið á stóra leikvøllinum í Dallas (Mynd: Paul Ellis/AFP/Ritzau Scanpix)
Lionel Messi støðgaði ikki við HM-máli nummar 17. Í yvirtíðini, eftir at Argentina hevði staðið væl ímóti Eysturríki, fór hann aftur til stroks. Messi fann Julian Alvarez, sum var púra fríur men brendi. Bólturin endaði tó aftur hjá Messi, sum snilt fekk bóltin í eysturríska málið til 2-0.
Harvið hevur Argentina fult stigatal eftir tveir dystir og málúrttøkuna 5-0. Lionel Messi hevur skorað øll fimm málini. HM-toppskjúttin 2026 fyllur 39 ár um tveir dagar ov vísir enn klassan.
18 mál í 28 HM-dystum, har tað fyrsta varð skotið vfyri beint yvir tjúgu árum síðani.Hann verður samanlagdi HM-toppskjútti eina løtu afturat í øllum førum. Kylian Mbappé hevur 14 mál í bert 15 HM-dystum higartil - og spælir seinni í kvøld.
![]()
Topp-fimm í HM-søguni, í mun til mál, higartil
Sí eisini: Dysturin hjá Fraklandi: Vandi fyri seinking vegna veður
Dagført: 21.13
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald