Fótbóltur

Michal Przybylski leingir við NSÍ

Álopskendi miðvallarin, sum eisini hevur loyst av sum miðverji, kom í 2025 fyri seg eftir álvarsaman skaða, hevur spælt yvir 200 dystir í fremstu røð.

Michal Przybylski í dysti móti HJK í summar, har hann kom til fleiri stórar málmøguleikar. Hann hevur annars skorað sjey evropeisk mál og skal aftur út í Evropa við NSÍ í 2026 (Mynd: Sverri Egholm)

Michal Przybylski í dysti móti HJK í summar, har hann kom til fleiri stórar málmøguleikar. Hann hevur annars skorað sjey evropeisk mál og skal aftur út í Evropa við NSÍ í 2026 (Mynd: Sverri Egholm)

2025-11-19 22:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit í NSÍ eru sera fegin um at kunngera, at 27 ára gamli Michal Przybylski hevur longt sáttmálan við felagið við tveimum árum, so at hann framhaldandi kemur at bera tí gulu blusuna til og við 2027.

Soleiðis skrivar NSÍ á Facebook-síðu sínari í kvøld. 

Michal kom aftur til NSÍ, áðrenn kappingin í ár fór í gongd, og spældi hann tilsamans 26 dystir og fekk 9 mál fyri Betri hópin.

Í byrjanini var tað nakað við 1. deild eisini: Álopskendi miðvallarin skuldi koma fyri seg eftir álvarsaman skaða, sum kundi oyðilagt nógv av hansara framtíðar leið sum fótbóltsspælari.

Í ár hevur hann eisini roynt seg aðrastaðni á vøllinum

- Michal er kendur fyri sínar álopskendu dygdir á miðvøllinum, men í ár slapp hann eisini at royna sínar verjukendu dygdir, tá ið hann tók nakrar dystir sum miðverji, tá ið skaðar gjørdu um seg. Sjálvt um hann kom væl frá uppgávuni, er tað neyvan nøkur loyna, at Michal dámar betur at brúka tíð í 16 metrinum hjá mótstøðuliðnum enn í sínum egna, skrivar NSÍ.

[object Object]
Karstin Joensen, formaður, saman við Michal Przybylski (Mynd: NSÍ)

Michal hevur tilsamans leikt 214 dystir í bestu deildini, og hann hevur skotið 64 mál. 

Áður hevur hann umboðað B68, Skála, B36 og HB í Føroyum.

NSÍ hevur ikki kunngjørt venjara til næsta ár enn. Viljormur Davidsen er nýggjasti maðurin í hópinum hjá liðnum, sum ætlar at bjóða KÍ av.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder