Fótbóltur

Mikkjal og teir taptu týðandi fet í meistarastríðnum

Mjällby hevur tikið øll á bóli í ár, og í lítla býnum Hällevik, vann heimaliðið 2-0 á AIK. Liðið hjá Mikkjali Thomassen hevur nú átta stig upp til 1. plássið - hósdagin er Conference League á skránni.

2025-07-20 18:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur gingist væl hjá Mikkjali Thomassen og AIK í Allsvenskan í ár, men størsti trupulleikin í oddastríðnum er Mjällby AIF.

Felagið hevur ikki vunnið nógv í søguni men vann svensku steypakappingini í 2023. Í ár stríðist liðið um svenska meistaraheitið og er á odda - nú rímiliga langt á odda.

Mjällby vann oddadystin móti AIK í dag 2-0. Bæði málini komu eftir steðgin.

Spælt var í lítla býnum Hällevik í Blekine-økinum. Mjällby hevur eftir 17 av teimum 30 umførunum í Allsvenskan 40 stig. Hammarby og AIK eru ávikavist sjey og átta stig aftanfyri.

Tungt tap hjá Mikkjal Thomassen og liði hansara, ið tó hevur tíð enn.

Nú skal í høvuðsstaðarfelagnum hugsavna seg um evropeiska uppgávuna. Farið verður til Estlands í vikuni: Paide Linnameskond, sum B36 sló út í 2023, tekur ímóti hóskvøldið. Talan er um fyrra dystin í 2. umfari í Conference League, har KÍ og HB eisini eru við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder