Fríggjadagin varð kunngjørt, at føroyski landsliðsleikarin skiftir úr danska 1. deildarfelagnum tl AC Horsens, sum eisini er í næstbestu deildini.
Les eisini: Adrian Justinussen skiftir til Horsens 1. januar
Og sambært danska fótbóltsmiðlinum Bold.dk, so eru góðir pengar í skiftinum.
Miðilin skrivar, at AC Horsens hevur lokkað við sonevndum "sign on-fee" upp á tvær milliónir krónur. Fyrsta milliónin kemur á konto tá Adrian Justinussen byrjar í felagnum í januar.
Tá málsøkni áleyparin hevur verið í AC Horsens í tvey ár fær hann eina millión afturat.
Harafturat fær fyrrverandi HB-leikarin eisini eitt lønarlyft. Sambært upplýsingunum hjá Bold.dk, fær Adrian Justinussen eina næstan sekssiffraða mánaðarløn. Tað er fýra ferðir so nógv, sum hansara núverandi løn í Hillerød.
Harvið verður árslønin hjá Adrian Justinussen omanfyri eina millión um árið í nýggja felagnum.
Orsøkin til serliga høga undirskrivingargjaldið og høgu lønina er, at sáttmálin hjá Adriani Justinussen gongur út á nýggjárinum. Tískil rindar AC Horsens einki til Hillerød fyri skiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald