Óvanliga norska fótbóltsævintýrið í USA endaði í gjárkvøldið við eini sannari fólkaveitslu, tá landsliðið kom heim aftur á norska jørð.
Har varð heilsað upp á kongsfamiljuna á kongsborgini áðrenn farið var útum, har roknað verður við, at minst 157.000 fólk upplivdu løtuna á Slottsplassenog allan vegin oman eftir Karl Johans gate.
Her var ró við við sjálvum krúnprinsinum sum trummusláara.
- Eg haldi ikki at nakar hevði ímyndað sær hetta. Hetta hevur verið nógv størri enn nakar hevði væntað. Stuðulin, bæði í USA og heima í noregi hevur verið ótrúligur, segði norski landsliðsskiparin, Martin Ødegaard við NRK.
![]()
(Mynd: Trond Reidar Teigen/AFP/Ritzau Scanpix)
Eisini landsliðsvenjarin, Ståle Solbakken var ovfarin av móttøkuni.
- Hetta er sjúkt. Hetta er vilt. Vit høvdu sæð onkrar myndir, og vóru eitt sindur fyrireikaðir, men at síggja hesa fólkamongdina er nakað heilt annað, segði hann.
Áðrenn liðið fórút á plássið framman fyri kongsborgina var móttøka inni hjá kongi.
- Vælkomnir heim, segði Harald kongur, tá hann heilsaði landsliðsstjørnunum ein og ein.
Martin Ødegaard var fyrstur at heilsa Haraldi kongi, Haakon krúnprinsi, Ingrid Alexandra, prinsessu og Sverre Magnus, prinsi.
- Tað gjørdist næstan 2-1 segði kongur, tá henn heilsaði upp á Ståle Solbakken, og sipaði til umstríddu frádømingina av málinum, sum Torbjørn Heggen fekk móti Onglandi.
Eftir móttøkuna kundi landsliðið so lata seg heiðra uttan fyri og luttaka í fólkaveitsluni.
- Vit hava livað í eini boblu og sæð umstøðurnar, men hava ikki uppliva tað nærri. At koma higar og uppliva hvussu nógv hetta hevur havt at týða fyri alla tjóðina, og tað samanhaldi hetta hevur skapt millum fólkið, hevur verið fantastiskt, segði Patrick Berg.
Eftir 18 ár uttan HM luttøku, spældi Noreg seg fram til eina søguliga fjórðingsfinalu í USA. Her taptu norsku víkingarnar móti Onglandi í einum dysti, sum fer at vera mintur fyri fleiri støður, sum gingu Noregi ímóti.
-
Martin Ødegaard (Mynd: Amanda Pedersen Giske/NTB/Ritzau Scanpix)
-
Ståle Solbakken heilsar upp á kong (Mynd: Amanda Pedersen Giske/NTB/Ritzau Scanpix)
-
Ørjan Nyland og Erling Braut Haaland til móttøku á kongsborgini (Foto: Amanda Pedersen Giske/AFP/Ritzau Scanpix)
-
Og teir róu (Foto: Trond Reidar Teigen/AFP/Ritzau Scanpix)
-
(Mynd: Trond Reidar Teigen/AFP/Ritzau Scanpix)
-
(Foto: Trond R. Teigen/NTB/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald