2025-04-30 18:40

Kvinnuliðið Mira hjá Havnar Fimleikafelag gjørdist nummar eitt í kappingini hjá kvinnum til altjóða kappingina Easter Cup í estetiskum fimleiki, sum varð hildin í Greve fyri viku síðani.
Eftir innleiðandi kappingina lá Mira trygt á fyrstaplássinum við 23,01 stigum. Í gjár fingu tær 23,93 stig, sum gav teimum samanlagt 46,95 stig, og tær vunnu sannførandi fyrstaplássið.
Smágentuliðið Nova endaði á einum fjórða plássi við 29,50 stigum samanlagt, gentuliðið Eira á fjórða plássi við 29,75 stigum.
Gentuliði Enya luttók eisini í kappingini, men tær gjørdust ov stuttar til finalupláss.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald