Fótbóltur

Mjallby skal royna at venda tí í Slovakia í kvøld

Slovan Bratislava er á odda 2-1 eftir fyrra dystin í tríðja umfari í Champions League. Áki Samuelsen og Maritn Agnarsson kunnu fáa stóran leiklut móti liðnum hjá Yaya Toure - Micheal Oliver bríkslar í gongd klokkan 19.15.

Áki Samuelsen og Martin Agnarsson, her hvør sínumegin Mattias Hellissdal eftir Allsvenskan-dyst, hava stóra uppgávu í Slovakia í kvøld. (Mynd: Johnny Samuelsen)

Áki Samuelsen og Martin Agnarsson, her hvør sínumegin Mattias Hellissdal eftir Allsvenskan-dyst, hava stóra uppgávu í Slovakia í kvøld. (Mynd: Johnny Samuelsen)

2026-08-11 11:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gongst einki serligt hjá svensku meistarunum Mjällby í heimligu kappingini, har bert fýra stig eru niður til niðurflytingarstrikuna.

Men føroyingafelagið er í 3. umfari í Champions League, og tað er í stóran mun Áka Samuelsen at takka. Føroyski vongurin skoraði til 1-0 og 2-0 í samanlagda 3-0 sigrinum á Lincoln Red Imps í 2. umfari.

Sí eisini: Áki Samuelsen tvífaldur málskjútti í fyrsta Champions League-dystinum hjá Mjällby

Hetta hevur tryggjað Mjällby eitt evropeiskt deildarspæl á fyrsta sinni - í minsta lagi Conference League - men svenska liðið er framvegis í Champions League.

Slovan Bratislava vann fyrra dystin í 3. umfari 2-1. Hesin var í Svøríki, og harvið hava Áki Samuelsen, Martin Agnarsson og hinir ikki serliga góðar fyritreytir undan seinna dystinum, sum verður í Slovakia í kvøld.

Ikki tí; um hann verður vunnin, er møguleikin at koma til røkkstøkk umfarið har. Men svensku meistararnir skulu avrika væl á útivølli móti teimum slovakisku, sum í 2023 vunnu tvær ferðir 2-1 á KÍ í Conference League-bólkaspælinum.

Tað vera stór nøvn á venjarabonkinum hjá Bratislava og við flotyuni. Fyrrverandi stórspælarin frá Fílabeinsstrondini og hjá Barcelona og Manchester City, Yaya Toure, er venjari hjá mótstøðuliðnum hjá Mjällby. Dómari er bretin Micheal Oliver, sum hevur dømt nógvar stórdystir í Premier League, Champions League og í endaspølum.

Sí eisini: Føroyskt frísparksinnlegg við at tryggja týðandi sigur í Svøríki

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder