Fótbóltur

Mótstøðuliðið hjá NSÍ kemur í fyrsta lagi til Føroya klokkan 15

Stór óvissa um evropeiska dystin í kvøld - fráferðin hjá leiguflogfarinum, sum skuldi flyta Koper-hópin úr Malmö, er útsett í nakrar tímar afturat.

Sum tað eisini sæst á myndunum hjá Vága Floghavn, sær einki serligt út, um tú einans hevur eitt leiguflogfar (Mynd: fae.fo)

Sum tað eisini sæst á myndunum hjá Vága Floghavn, sær einki serligt út, um tú einans hevur eitt leiguflogfar (Mynd: fae.fo)

2026-07-23 10:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins, og í 1. umfari, hongur hesin heimadysturin hjá NSÍ í Conference League í leysum lofti.

Sí eisini: Aftur ivamál um dyst hjá NSÍ: Teir hjá Koper lendu ikki í kvøld

Vegna veðurlíkindini í Vágum, kom ferðalagið hjá FC Koper ikki til Føroya í gjár, men fór ístaðin stuttan túr til Svøríki.

Tað skuldi eftir ætlan lenda í dag klokkan 11, men nú er flogfarið útsett til klokkan 15.00, sambært fae.fo

Sum tað eisini sæst á myndunum hjá Vága Floghavn, sær einki serligt út, um tú einans hevur eitt leiguflogfar. Har eru flogskipararnir ikki vanir at lenda í mjøkraumstøðunum, og man hevur ikki framkomu navigatiónsskipanina, ið flogførini hjá Atlantic Airways hava.

Dystarbyrjan stendur at vera klokkan 19.45 í Klaksvík, men við hesari gongdini er ógvuliga ivasamt, um nakar evropeiskur fótbóltur verður har í kvøld.

At útseta dystin til fríggjakvøldið er ein møguleiki. Ein annar er at revsa slovenska liðið fyri at vera skjøtisleyst og ikki at hava lært av mistøkunum hjá Hamrun Spartans. Hetta við ikki at royna at koma til Føroya fyrrenn dagin fyri dyst og við leiguflogfari.

Har er eisini ein møguleiki fyri, at teir hjá Koper kunnu fara yvirum úr Malmö til Keymannahavnar og ferðast við SAS og Atlantic Airways - har pláss er og í bólkum.

Dagført: 10.22 - Vit fylgja gongdini og hava meira seinni

Conference League 2. umfar
Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli við Djúpumýru
19.45: NSÍ - FC Koper

Sí eisini: NSÍ spælir søguligan dystin móti slovensku silvurvinnarunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder