Fótbóltur

Myndir: Borðfótbóltstennis og gott lag í Rovinj

Lagið er gott á føroyska landsliðnum, sum framvegis er í Kroatia og er farið undir fyrireikingarnar til venjingardyst týsdagin.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-11-16 15:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var gott lag í føroyska hópinum tá liðið í dag fór undir fyrireikingarnar til venjingardystin móti Kasakstan týskvøldið kl. 17.

Vant var á venjingarvølli hjá NK Rovinj í býnum Rovinj, har landsliðið býr í sambandi við venjingardystin, sum verður leiktur í Pula.

Sí eisini: Hanus Sørensen: - Ikki nakað vánaligt lið vit spæla ímóti

Andrias Edmundsson er ikki longur partur av hópinum. Í samráð við Eyðun Klakstein, høvuðsvenjara, er avrátt, at hann fór aftur til Póllands. Hann hevur ein stóran dyst fríggjakvøldið.

Les eisini: Andrias Edmundsson farin heim

Sí myndir frá venjingini, har tað eisini vóru stundir til nakað av borðfótbóltstennis (teqball).

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder