Fótbóltur

Myndir: Gott lag undan dystinum móti Georgia

Seinasta venjingin hjá Føroyum undan HM-undankappingardystinum var í dag. FM1 sigur frá dystinum leygardagin klokkan 17.

Rakul Sørensen og hinar undir upphiting í dag (Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

Rakul Sørensen og hinar undir upphiting í dag (Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)

2026-04-17 21:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin skulu føroysku fótbóltskvinnurnar royna at liva upp til favorittleiklutin, tá tær á Tórsvølli taka ímóti Georgia - tí lægst styrkismetta av teimum trimum liðunum í HM-undanbólkinum.

Hetta var nakað, sum Heidi Sevdal og Sara Samson Shaki settu orð á í dagsins Fótbóltsskýlið

Sí eisini: - Bleiv ordiliga kedd tá Heidi hótti við at gevast (video)

Føroyar hava tapt báðar dystirnar móti bólkafavorittunum Grikkalandi: 2-0 á Kreta í mai og 2-3 á Tórsvølli týsdagin

Spælarar og tey rundanum vænta ein tættan dyst í morgin, har Føroyar fara at hava bóltin nakað meira enn móti Grikkalandi. 

Til seinastu venjingina á Tórsvølli í dag var lagið gott - sí myndir frá FSF niðanfyri

FM1 sigur frá dystinum klokkan 17 í morgin, leygardagin. Til ber eisini at fylgja gongdini ovast á Portalinum, og vit hava ymiskt tilfar aftaná.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder