Fótbóltur

Myndir: Gunnar og Viljormur vandu við

Royndu verjuspælararnir hava verið heldur ivasamir, men í fyrstu venjingini undan dystinum móti Kroatia - í sirminum á Tórsvølli - sóust teir saman við 21 øðrum spentum spælarum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-09-01 17:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Smíl, prik og síðani nógvar rørslur og stór hugsavnan í sirminum á Tórsvølli.

Føroyska manslandsliðið savnaðist í dag í sambandi við HM-undankappingardystirnar móti Kroatia og Gibraltar. 

Tað er stórur spenningur í luftini, nú Luka Modric og hinir HM-bronsuvinnararnir koma til Føroya í vikuni - tað líkist meira og meira einum útseldum Tórsvølli

23 spælarar eru úttikinir. Nakrir vænta vegna skaðar og annað - millum annað tríggir KÍ'arar - men nógvir bjóða seg fram.

Annars hevur nakað av ivamáli verið um Viljorm Davidsen, sum fór út í dystinum hjá HB móti KÍ í Klaksvík 24. august, og Gunnari Vatnhamar, sum ikki hevur spælt kappingardyst síðani 17. juli. Royndu verjuspælararnir vandu tó við í dag.

Sí myndir, sum Sverri Egholm tók frá venjingini, niðanfyri hópin:

-------------------------------------------

Hópurin til HM-undankappingardystirnar móti Kroatia og Gibraltar: 

Málverjar: 
Bárður á Reynatrøð, Víkingur 
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bjarti Vitalis Mørk, HB Tórshavn *

Verjspælarar: 
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland) **
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Samuel Johansen Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland) *
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn **
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark) 
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík 
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík

Miðvallarar: 
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia) - leigaður úr NK Celje
Noah Hans Mneney, HB Tórshavn
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Geza David Turi, Grimsby Town, Grimsby Town (Ongland) *
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Poul Kallsberg, Hillerød Fodbold (Danmark)
Jóannes Bjartalíð Fredrikstad FK (Noreg) *

Áleyparar:
Jóan Símun Edmundsson KA Akureyri (Ísland) ***
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
Meinhard Egilsson Olsen, Kolding (Danmark) *

* Við í mun til seinast
** Framvegis heldur ivasamir
*** Varð ikki úttikin í fyrstu syftu men avloysti skadda Petur Knudsen til dystin móti Gibraltar

HM-undankappingardystir í september: 
Fríggjadagin 5. september á Tórsvølli: Føroyar - Kroatia
Mánadagin 8. september í Gibraltar: Gibraltar - Føroyar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder