
Tbilisi, Georgia (Portalurin): Boris Paitchadze tjóðarleikvøllurin í Tbilisi sær stórbærur út. Tá hugt verður nærri sæst tó, at hvítu og bláu setrini ikki eru í heilt góðum standi. Tað er kanska heldur ikki so nógv "sál" við leikvøllinum, sum frá byrjan í 1976 og til beint eftir Sovjet-tíðina bar navnið "Lenin Dinamo Stadium".
Hetta er heimavøllurin hjá størsta georgiska felagnum, Dinamo Tbilisi. NSÍ hevur áður vunnið ein Champions League-undandyst móti liðnum, og í 2020 sendi KÍ Dinamo Tbilisi út í Europa League við 6-1 sigri á Tórsvølli.
Hoyr her samrøðu við tveir, sum vóru við tá: - Ógvuiga gott at vera við aftur (Jákup og Patrik)
Allir hjá Føroyum vandu í dag. Eisini Jann Benjaminsen, sum beklaði til venjingina í gjár, og Odmar Færø og Andrias Edmundsson, ið bert vandu styrki í gjár. Í mun til í gjár, var góðveður undir føroysku venjingini í Georgia.
Sí eisini: Myndir: Oysregn, tora og taktikkur í Tbilisi
Vit vóru við til fyrsta part av venjingini, so einki taktiskt var á síggja. Tað er tó greitt, at Føroyar halda fast í 5-4-1/3-4-3 leikskipanini, og at fleiri spælarar, ið vanliga ikki byrja inni ella hava verið burtur, spæla frá byrjan í venjingardystinum.
Les meira: Dysturin í Tbilisi hevur sanniliga stóran týdning
Pláss er fyri beint omanfyri 54.000 áskoðarum her. Tað verður tó ikki fullsett ella nær við tað, nú tað ikki er kappingardystur, og Kvaratskhelia og aðrir ikki eru við. Tó verður roknað við upp ímóti 25.000 áskoðarum, fáa vit upplýst á staðnum
Sí myndir, sum Sverri Egholm hevur tikið í kvøld, niðanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald