Tað er landsliðsvika, og millum dystirnar móti Grikkalandi og Georgia á Tórsvølli fingu føroysku fótbóltskvinnurnar tíð at vitja Frítíðarskúlan á Argjahamri.
Fótbóltssambandið skrivar, at har hugnaðu tær sær saman við børnunum í høllini. Síðani fóru tær at skriva autografar og práta við børnini, sum ganga í frítíðarskúlanum.
Sí myndir frá vitjanini, sum FSF hevur tikið, niðast
Sí eisini: Durita Hummeland: - Skulu hava bóltin og skapa meira (Video)
FM1 sigur frá hesum dystinum og seinni í dag - frá klokkan 17.15 - hava vit landsliðsspælarar á vitjan í sendingini "Fótbóltsskýlið". Heidi Sevdal og Sara Shaki Lamhauge fara at tosa um millum annað komandi uppgávu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald