Á Malta tordu spælarar, venjarar, viðhaldsfólk og leiðsla hjá NSÍ ikki veruliga at fegnast um sigurin. Hetta vegna ónøgdina, sum maltesar vístu eftir dramatiska endan á seinna Conference League-dystin millum liðini, sum NSÍ vann 2-1.
Skelkandi uppliving á Malta: Tordu ikki at fegnast um søguliga sigurin (samrøða)
Sí eisini: Eyka løgreglufólk á Malta :Áskoðarar kastaðu ting á vøllin og umringaðu bussin hjá NSÍ
Men í Føroyum var lagamanni at fegnast. Og fríggjakvøldið tóku viðhaldsfólk felagsins ímóti hópinum, eftir eitt "fantastiskt avrik á Malta". Hetta var fyrstu ferð, at NSÍ spældi seg víðari yvir tveir dystir í Evropa.
Les eisini: NSÍ søguligan sigur á Malta eftir magháttligt brotsspark í 94. minutti
Tað var sjálvur maðurin handan avgerandi brotssparksmálið, sum endaði hendan partin - eftir formann og høvuðsvenjari. Teir greiddu frá túrinum og takkaðu fyri stuðulin.
---------------------------------------------------------
Conference League 2. umfar
Fyrri dysturin, hósdagin 23. juli við Djúpumýru
19.45: NSÍ - FC Koper
Seinni dysturin, hósdagin 30. juli
19.45: FC Koper - NSÍ
Sí eisini: Eftir megnaravrikið á Malta: NSÍ skal spæla móti liði úr Slovenia
------------------------------------------------------------
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald