Føroyski hópurin, sum fríggjadagin skal spæla HM-undankappingardyst móti Kroatia, fyrireikar seg í hesum døgum.
Búð verður nærhendis Rijeka, har dysturin eisini verður spældur. Seinnapartin var vant á einum venjingarvølli, MK Halubjan leikvøllinum, í frálíkum veðri. Sólin sá og ikki ein ond.
Men væntast kann, at undirlagið verður væl vátari tá dysturin verður fríggjakvøldið. Tí í morgin og fríggjadagin verður nevniliga sagt frá nógvum regni.
Mathias Lamhauge, Odmar Færø, Hanus Sørensen og Jóan Símun Edmundsson vandu ikki við fulla venjing, men teir verða allir væntandi klárir til dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald