Fótbóltur

Nærum fult umfar dýra biðidag

Stórdystir verður í Gundadali millum HB og KÍ, meðan botnbrak verður í Sørvági, har TB vitjar.

2025-05-15 18:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og seinasta fríggjadag, verður nógvur fótbóltur í fremstu føroysku mansdeildini í morgin, fríggjadagin 16. mai.

Betrideildin 10. umfar: 
Fríggjadagin 16. mai, dýri biðidag

15.00: 
EB/Streymur - Víkingur
07 Vestur - TB

16.00: B68 - B36 

17.15: HB - KÍ

Leygardagin 17. mai
15.00: FC Suðuroy - NSÍ

Í teimum báðum fyrstu dystunum í umfarinum snýr tað seg um ávikavist stríð um 5.pláss/stríð um at nærkast evropeisku plássunum og botnstríð. Samstarvið millum Dan Brimsvík og 07 Vestur endaði týsdagin, og áðrenn Micheal Schjønberg kemur aftur til landið í næstu viku, skal Sigtór Petersen royna at leiða liðið til fyrsta sigurin í ár. TB er fimm stig frammanfyri og vann fyrr í ár á 07 Vestur.

Sí eisini: Micheal Schjønberg kemur aftur til Sørvags

B68 spældi javnleik móti B36 í Gundadali fyrr í ár og skal aftur royna at fáa stig frá ovara liðnum.

Klokkan 17.15 verður stórdystur í Gundadali. Spurningurin er um HB, nú við nýggjum venjaratoymi, kann gera nakað við KÍ, ið hevur fult stigatal. Oddaliðið vann heili 4-0, tá liðini hittust skírisdag, og KÍ hevur eisini sent HB úr steypakappingini fyrr í ár.

Sí eisini: KÍ leingir við lyklaspælarar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder