
Hóskvøldið 24. juli klokkan 19.45 tekur HB móti Brøndby í fyrra dystinum í 2. umfari í Conference League
Tað er eitt danskt stórfelag, sum vitjar føroyska steypavinnaran, og tað tykiskt at hava rímiliga stóran áhuga í Føroyum. Tað eru nakað yvir tvey samdøgur til dystin, og tað er næstan útselt á tí langsíðuni, har tað eru fleiri pláss - nærri høllini á Hálsi.
Tað eru bert nøkur pláss eftir í tí bólkinum, sum er tættast FSF-skrivstovunum á suðurendanum (í bólki 108)
Harvið kann roknast við í øllum førum eitt sindur omanfyri 2.000 áskoðarum til evropeisku uppgerðini. Helst verða nakað fleiri seld áðrenn hóskvøldið.
Til ber at keypa atgongumerki her
Upp til 500 danir - løgreglufólk úr Danmark
Brøndby er eitt felag við stórum stuðli. Í HB verður roknað við umleið 500 áskoðarum úr Danmark.
Talan er sum skilst ikki um nakrar "hooligans", men um fjepparar, sum Brøndby hevur góðkent.
Tó verða eingin váði tikin: Eini 15-20 løgreglufólk eru komin úr Danmark til dystin, og skulu tey millum annað fylgja útáskoðarunum á Tórsvølli.
Brøndby-fjepparar fáa tríggjar teir uttastu bólkarnir á einari langsíðuni - har eru hegn ímillum til tættastu HB-áskoðarnar
Skipað fyri upphiting frá klokkan 15
Útisáskoðarnir fara at síggjast og hoyrast á Tórsvølli, men í HB-leguni ætla tey sær at gera sítt til. fyri at tað veruliga skal merkjast, at talan er um heimadyst.
- Vit ætla at Tórsvøllur skal málast reyður og svartur – longu áðrenn dystarbyrjan. Vit ætla aftur í ár at skipa fyri einum fjepparatiltaki fyri teimum, sum ætla at tendra stemningin og lyfta okkara menn við kraft og larmi!
Soleiðis skriva fyrisskipararnir, sum eisini stóðu fyri væleydnaðu upphitingini og stuðlinum undir steypafinaluni í fjør.
Eins og tá, verður upphitingartiltakið í Bowl á Hálsi - nú í nýumvældu hølunum. Tónleikur, andlitsmáling matur og drekka fara at seta sín dám á, skriva "HB Hooliganz". Byrjað verður longu klokkan 15 í Bowl..
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald