Føroyska manslandsliðið hevur tveir venjingardystir, umframt venjingarlegu í mars (í Dubai), og aftur tveir venjingardystur í juni.
Sí eisini: Føroyska landsliðið fær forkunnuga uppgávu í mars
Fyrstu kappingardystirnir í 2026 vera í september. Síðani í oktober og tveir teir seinastu í november. Hetta er í Nations League Deild C.
Lutakastið um, hvørji fýra lið enda í bólki saman, verður í Brússel í dag. Hetta byrjar klokkan 17 føroyska tið.
Les eisini: Yvirlit: Hesi liðini kunnu Føroyar draga í dag
Talan er um spennandi lutakast: Ein tættur bólkur kann væntast. Føroyar eru í næstniðasta styrkisbólki í næstniðastu deildini; í báðum førum av fýra.
Portalurin hevur beinleiðis blogg, har vit fylgja lutakastinum, sum eisini sæst á heimasíðuni hjá UEFA
Í tíðindunum á middegi á FM1 hoyra vit frá landsliðsvenjaranum Eyðuni Klakstein
Nations League Deild C
Føroyar draga eitt lið úr hesum styrkisbólkinum:
Pottur 1: Ísland, Albania, Montenegro Kasakstan
Eitt annað úr tí næststerkasta:
Pottur 2: Finnland, Slovakia, Bulgaria og Armenia
Og eitt triðja og seinasta hiðani:
Pottur 4: Moldova, San Marino, Lettland/Gibraltar og Luksemborg/Malta
Føroyar eru í styrkisbólki trý við Belarus (Hvítarussland), Kýpros og Estlandi. Harvið kunnu føroyingar ikki enda við at spæla móti nøkrum av hesum í Nations League
Sí eisini: Petur Knudsen ynskir sær Ísland, Bulgaria og San Marino
Les og hoyr eisini: Jóan Símun Edmundsson: - Eg dugi ikki at síggja at har eru nøkur lið, vit ikki kunnu vinna á
Til ber at fylgja lutakastinum í stroyming á heimasíðuni hjá UEFA - og í beinleiðis bloggi á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald