Fótbóltur

New York Times ger nógv burturúr Føroyum, landsliðnum og HM-dreyminum

Bonska veðurlagið, støddin á landinum og tað at fleiri landsliðsspælarar hava fulltíðar størv við síðuna av fótbóltinum, hugtekur stóra altjóða miðilin, sum hevur vitjað í Føroyum undan HM-undandystinum í Kroatia.

- Tað regnar umleið 270 dagar av árnum, og spælararnir venja í stormi og meðan regnið drippar niður eftir andlitið teirra. New York Times var millum annað til venjing í novemberregni í Klaksvík og á Tórsvølli (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

- Tað regnar umleið 270 dagar av árnum, og spælararnir venja í stormi og meðan regnið drippar niður eftir andlitið teirra. New York Times var millum annað til venjing í novemberregni í Klaksvík og á Tórsvølli (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-11-13 20:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Í hópinum eru timburmenn, elektrikkarar, ein stjóri og ein bilasølumaður, og teir hava vunnið tríggjar dystir á rað. Teir hava skelkað lið, sum eru væl størri og styrkismett hægri, og fáa teir stig í avgerandi dystinum móti Kroatia fríggjakvøldið, so halda Føroyar lív í vónini um at verða minsta landið at spæla í einum HM-endaspælið.

New York Times hevur fyri stuttum verið í Føroyum við trimum fólkum. Har hava tey fylgt fyrireikingunum hjá heimligu spælarunum til síðsta undankappingardystin í einum søguligum ári og gjørt nógv burturúr.

[object Object]
Føroysku spælararnir til venjing á Tórsvølli fríggjadagin. At so stórir altjóða miðlar vísa stóran áhuga sigur eitt sindur um avrik teirra í ár (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Og sigast má at gestirnir í USA eru bergtiknir. Hetta av úrslitunum hjá Føroyum men eisini tað, at umstøðurnar at venja - serliga vegna veður og vind - ikki eru tær bestu - og tað at flestu spælararnir gera annað við síðuna av fótbóltnum.

- Alt vit føroyingar hava gjørt hevur verið ímóti oddsunum. Tað hevur verið ímóti elementunum, veðrinum og vindinum, tí hetta er ikki eitt perfekt stað reint praktiskt at byggja eitt samfelag. Okkara forfedar mistu lívið - menn á sjónum og kvinnur í føðisong. Men kortini hava vit bygt eitt av ríkastu og tryggastu samfelagnum í heiminum...vit vita, at vit mugu stríðast, sigur Eyðun Klaksten við nytimes.com.

Risastóri amerikanski miðilin hevur umfamt venjaran, tosa við spælarar á teirra arbeiðisplássum, og annars sett orð á ymisk heldur serføroysk viðurskifti.

Les greinina hjá New York Times um Føroyar her

Sí eisini: Her er støðan í undanbólkinum undan seinastu umførunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder