Fótbóltur

Niðurflyting og 2. plássið koma uppá pláss leygardagin

Tað er endaliga greitt, at Víkingur skal í Evropa aftur næsta ár, og tað skal eitt størri undur til, um TB yvirlivir. Stríðið í seinasta umfari stendur millum 07 Vestur og FC Suðuroy, um 8. plássið, og millum HB og NSÍ um 2. plássið.

HB var omaná móti NSÍ sunnudagn, og nú verður tungt hjá teimum í gul-svørtum at reisa seg og vinna 2. plássið. Fyrsta krav er, at teir sjálvir vinna stig móti KÍ - helst trý (Mynd: Sverri Egholm)

HB var omaná móti NSÍ sunnudagn, og nú verður tungt hjá teimum í gul-svørtum at reisa seg og vinna 2. plássið. Fyrsta krav er, at teir sjálvir vinna stig móti KÍ - helst trý (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-22 09:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í næstseinasta umfari í fremstu mansdeildini, sló Víkingur við sigri á FC Suðuroy fast, at liðið úr Eysturkommunu endar á 4. plássi. B36 kann ikki fáa Víking aftur, og harvið verður talan um evropeiskan fótbólt fimta árið á rað hjá víkingunum.

Trýstið í steypafinaluni verður ikki tað at vinna sær evropeiskt pláss. Tað snýr seg ístaðin um at fáa Løgmanssteypið til Sarpugerð fyri sjeyndu ferð í søgu felagsins og harvið eisini um eina og eina hálva millión afturat í kassan.

[object Object]
Sølvi Vatnhamar og Víkingur skulu aftur í Evropa at spæla næsta ár. Spurningurin er, hvørjum umfari teir í ljósabláum byrja í (Mynd: Sverri Egholm) 

Vinnarin av steypafinaluni í Føroyum fer eftir øllum at døma at byrja í 2. umfari í Conference League triðja árið á rað. Hetta tryggjar eina grundinntøku á slakar fýra milliónir heldur enn nakað yvir tvær milliónir fyri at spæla í kappingini.

Av tí KÍ er føroyameistari og skal spæla í Champions League næsta ár, so fer hetta Conference League-plássið til nummar tvey í landskappingini. Eftir sigurin hjá HB á NSÍ í Gundadali sunnudagin, liggur tað til HB. Eitt stig skilur liðini undan seinasta umfar.

Tað, sum er heldur serstakt, er at HB skal spæla í Sarpugerði leygardagin, samstundis sum NSÍ tekur ímóti KÍ. NSÍ skal hava stig og hava hjálp frá Víkingi – eitt stig er nóg mikið hjá runavíkingum, um HB tapir í Sarpugerði. Undir André Olsen hevur liðið tó ikki tapt í Føroyum. Nú í 20 dystum.

Sí eisini: - Tað er eitt annað lív í HB nú (Video)

Niðurflytingarstríð til tað seinasta

Liðið, sum Víkingur vann trygt á sunnudagin, liggur framvegis á 8. plássi. Tað fer at eydnast FC Suðuroy at halda sær í deildini, um liðið ikki fær eitt verri úrslit enn 07 Vestur leygardagin.

FC Suðuroy vitjar B36, og 07 Vestur tekur ímóti EB/Streymi. Felags fyri B36 og EB/Streym er, at tey einki hava at spæla fyri í seinasta umfari.

07 Vestur hevur á tí pappírinum lættari uppgávuna: Á heimavølli móti einum liði sum ikki hevur vunnið í seinnu hálvu. 

[object Object]
07 Vestur skal stríðast fyri tað seinasta fyri at halda sær í deildini - neyðugt er at fáa minst eitt stig á seinasta leikdegi (Mynd: Sverri Egholm)

Undan kappingarárinum høvdu fá væntað, at 07 Vestur fyri fyrstu ferð í nógv ár var í vanda á seinasta leikdegi. Enn er mest sannlíkt, at suðuroyarfeløgini og uppflytararnir og suðuroyarfeløgini fara beint niður aftur, men vágamenn skulu í øllum førum hava eitt úrslit. og 07 Vestur hevur lutfalsliga dugað ov illa at vinna sær stig í ár.

FC Suðuroy hevur tað í egnum hondum undan seinasta umfari - TB skal vinna stórsigur á B68, samstundis sum FC Suðuroy tapr stórt í Gundadali, og 07 Vestur. Tað er so mikið ósannlíkt, at man við yvir 99 prosent vissu kann siga, at TB - eins og í 2021 og 2023 flytir niður.

Betrideildin menn, 27. og seinasta umfar
Leygardagin 25. oktober

07 Vestur – EB/Streymur 
B36 – FC Suðuroy 
Víkingur – HB 
NSÍ – KÍ 
TB – B68 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder