
Hann er hálvur vágbingur og hálvur sumbingur, og hevur sambært FaroeSoccer og FSF spælt átta U-landsdystir. Hetta á U15, U16 og U17-landsliðunum.
15-ára gamli Nóa Kristin Mortensen hevur eisini longu spælt seks dystir á næstbesta liðnum hjá FC Suðuroy - nú roynir hann seg í nýggjum umhvørvi.
Portalurin hevur fingið upplýst, at 15-ára gamli FC Suðuroy spælarin hesa vikuna er í Stavanger.
Har skal Nóa venja við á akademiinum hjá Viking Stavanger. Eisini skal ungi suðuroyingurin vísa seg fram í einum venjingardysti.
Nóa Kristin Mortensen í dysti fyri barndómsfelagið, FC Suðuroy
Nóa Mortensen verður millum annað lýstur sum ein spælari, sum er væl fyri kropsliga.
Viking Stavanger liggur í løtuni á 2. plássi í Eliteseriuni og vann um vikuskifti á Rosenborg. Felagið hevur vunnið 14 stór steyp í vaksnamannafótbólti hjá monnum - seinast var talan um steypakappingina (NM Cup) 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald