Nú páskaferia er hjá skúlaungdóminum, er Marghøllin í Vági karmur um árliga fótbóltsskúlan hjá FC Suðuroy, sum verður skipaður saman við Suðuroyar Sparikassa.
Hóast veðrið í Vági í gjár einki var at reypa av, so royndist Marghøllin í hvussu er sera væl nú fyrsti dagurin á fótbóltsskúlanum er farin afturum.
Longu frá kl. 9 í morgun var stákan í høllini, og tá ið børnini komu klokkan knapt 10 var alt klárt so byrjað kundi at venja.
Við upphiting, tekniskari venjing og síðani ymiskum stuttligum kappingum fór fyrraparturin skjótt fyri børnini. Døgurði var etin, og so fóru tey aftur til venjinginar áðrenn dagurin í Marghøllini endaði við nógvum ymiskum dystum.
Tá ið dagurðin endaði og øll fingu t-shirts og frukt lá leiðin hjá teimum flestu yvir í Pálshøll har tey kunnu svimja. Økið á Oyrunum í Vági til rørlsu og virksemi vísir seg í hesum døgum at roynast sera væl.
Í dag er so seinni dagurin á fótbóltsskúlanum hjá FC Suðuroy á skránni, tá ið børnini eru í gongd frá klokkan 10 til 14, ímeðan tey yngru fara heim klokkan 13.
Tað var í fjør at venjararnir í FC Suðuroy høvdu fótbóltsskúla tá ið skúlabørn fóru í summarferiu, men tá vístu venjararnir á, at kanska skuldi verið roynt at hildið fótbóltsskúla í páskaferiuni, og tað verður so roynt hesar dagarnar í Vági.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald