Fótbóltur

Nógv føroysk ferðing í heyst: - Vit noyðast bara at góðtaka hetta og avrika á vøllinum

Fýra landsdystir innan ellivu dagar og long ferðing millum hvønn dyst - serliga til Kasakstan til tann seinasta av hesum: - Kunnu ugga okkum við, at teir hata longu ferðirnar meira enn vit, staðfestir Eyðun Klakstein.

Talan er um eina ógvuliga keðiliga skrá fyri føroyska landsliðið, tá Nations League er á skránni í heyst - serliga í fyrra og longra vindeyganum. Eyðun Klakstein staðfestir avbjóðinga, men eisini. -

Talan er um eina ógvuliga keðiliga skrá fyri føroyska landsliðið, tá Nations League er á skránni í heyst - serliga í fyrra og longra vindeyganum. Eyðun Klakstein staðfestir avbjóðinga, men eisini. - "soleiðis er tað bara, og tað fáa vit ikki stýrt" (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-14 20:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Ítróttarliga var tað ikki so galið lutakast hjá okkum. Onkur strævin uppgáva er, men vit hava ein møguliga at gera okkurt í hesum bólknum.

Hetta staðfesti Eyðun Klakstein í samrøðu við FM1 í gjár. Hetta í samband við lutakastið til Nations League-bólkin í heyst, har føroyska manslandsliðið skal spæla ímóti Slovakia, Moldova og Kasakstan.

Les meira: Til Kasakstan, Slovakia og Moldova í heyst

[object Object]

Prátið hjá landsliðsvenjaranum og Árna Gregersen snúði teg tó nógv um langu ferðingina og tøttu dystarskránna.

- Men so er tað hetta við ferðingini...londini liggja eitt sindur spjødd, og tað kann blíva ein avbjóðing at ferðast. Tað er serliga ein long ferð til Kaskastan fyrst í oktober, og tað verður jú eisini fjórði í tí fyrra vindeyganum, staðfestir Eyðun Klakstein.

Fýra av teimum seks Nations League-dystunum hjá Føroyum skulu spælast innan 11 dagar; síðst í september og fyrst í oktober. Í 2022 spældu Føroyar eisini fýra tættar dystir í Nations League, men annars er hetta nakað nýtt hjá altjóða fótbóltssamgonguni, greiðir føroyski venjarin frá.

- Vanliga hava trý vindeygu verið um heystið: Eitt í september, eitt í oktober og eitt í november við tveimum dystum í hvørjum vindeygað og eini 3-4 vikum ímillum hvørt. Men nú hevur FIFA lagt vindeyguni í september og oktober saman, sum ger, at fýra landsliðsdystir liggja út í eitt. Tað verður ógvuliga avbjóðandi og krevjandi - fyri øll londini. Fyri okkum er tað ikki minst tað vegna nógvu ferðingina millum tøttu dystirnar.

Leikskráin hjá Føroyum UEFA Nations League 
26. sept. Føroyar – Kasakstan (17:00)
29. sept. Moldova – Føroyar (19:45)
2. okt. Føroyar – Slovakia (19:45)
6. okt. Kasakstan – Føroyar (15:00)

13. nov. Slovakia – Føroyar (19:45)
16. nov. Føroyar – Moldova (15:00)

Til Moldova dagin eftir heimadyst, síðani heim aftur fyri síðani at skula heilt til Asia til fjórða dystin innan eina og eina hálva viku: Ein vánalig dystarskrá fyri føroyingar, sum evropeiska fótbóltssamgongan (UEFA) hevur sett saman. Eyðun Klakstein vil tó ikki vísa á umberingar longu nú.

- Men soleiðis er taðnú : Vit avgerða ikki, hvørjum vit eru í bólki saman við, og vit avgerða heldur ikki dystarskránna. Tað er fyrst lutakast og síðani UEFA, sum ásetur dystarskránni. Hetta eru treytirnar, og vit mugu bara góðtaka tað. Síðani fyrireika okkum so væl sum møguligt, møta upp og spæla dystirnar væl á vøllinum

Landsliðsvenjarin heldur eisini fyri, at føroyingar kunnu ugga seg við at Kasakstan og Moldova eisini skulu til Føroyar: Og teir hata kanska meira enn vit hesar longu ferðirnar.

Sí eisini: Til Moldova - til Føroya - síðani eystureftir aftur

Føroyska manslandsliðið fer síðst í mars til Dubai í Emiríkjunum á venjingarlegu. Har bíða dystir móti vertunum og Singapore. Í juni eru aftur tveir venjingardystir á skránni - í heyst snýr tað seg um stig eftir nógvar flogtúrar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder