Fótbóltur

Nógvir fótbóltsskúlar í summar

Aftur í summar verður skipað fyri fleiri fótbóltsskúlum kring landið - hesa ferð á Tórsvølli, í Klaksvík, Vági, Sørvági og í Runavík.

(Savnsmynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

(Savnsmynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2025-06-14 14:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í ár verður skipað fyri fótbóltsskúlum fyri børn kring landið. Tilsamans seks fótbóltsskúlar eru á skránni í summar, sum verða á Tórsvølli, í Klaksvík, Vági, Sørvági og í Runavík.

Umframt fótbóltsskúla á Tórsvølli, sum FSF skipar fyri, verða fimm aðrir fótbóltsskúlar í summar, sum verða fyriskipaðir av KÍ, sum hevur tveir, FC Suðuroy, 07 Vestur og NSÍ, skrivr Fótbóltssamband Føroya.

Tann fyrsti verður í Klaksvík í døgunum 20. og 21. juni, og er ætlaður gentum og dreingjum í aldurinum U6 til U11.

Tveir dagar seinni, 23. og 24. juni, skipar FSF fyri einum minni fótbóltsskúla á Tórsvølli, sum er fyri gentum og dreingjum í aldursbólkunum U9, U11 og U13, og longu dagin eftur, 25. og 26. juni verður fótbóltsskúli í Vági fyri gentum og dreingjum í aldursbólkunum U7 til U13.

Fyrst í juli mánað, 2. og 3. juli, skipar 07 Vestur fyri fótbóltsskúla á Dungasandi í Sørvági, ið er ætlaður gentum og dreingjum í aldursbólkunum U7 til U13, og dagarnar 7. og 8. juli verður fótbóltsskúli aftur í Klaksvík, og tá verður tað fyri gentum og dreingjum, ið hava U13 aldur.

Ársins seinasti fótbóltsskúli verður við Løkin í Runavík 2. og 3. august, og er hann fyri gentur og dreingir í aldursbólkunum U7 til U13.

Skráin:

Klaksvík (U6-U11)
20. og 21. juni
Tilmeldingarfreist: Týsdagin 17. juni

Tórsvøllur (U9-U13)
23. og 24. juni
Tilmeldingarfreist: Hósdagin 19. juni

Vágur (U7-U13)
25. og 26. juni
Tilmeldingarfreist: Fríggjadagin 20. juni

Sørvágur (U7-U13)
2. og 3. juli
Tilmeldingarfreist: Fríggjadagin 27. juni

Klaksvík (U13)
7. og 8. juli
Tilmeldingarfreist: Mikudagin 2. juli

Runavík (U7-U13)
2. og 3. august
Tilmeldingarfreist: Mikudagin 30. juli

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder