
Sum vit vóru inni á í teksti og samrøðum í gjárkvøldið, so var dysturin móti Kroatia nakað serligt fyri nakrar føroyskar spælarar:
Jóan Símun Edmundsson: Javnaði landsliðsmetið hjá monnum fyri flest spældar A-landsdystir (95 dystir - sama sum Fróði Benjaminsen)
- Tað er sjálvandi stórt og eisini júst tað at hava spælt líka nógvar dystir sum Fróði, sum er ein landsliðslegenda.
34-ára gamli toftamaðurin setti í viðtalu saman við beiggja sínum Andriasi Edmundsson orð á hetta: - Tað størsta sum fótbóltsspælari er at umboða landið.
Jóan Símun Edmundsson spældi sín fyrsta A-landsdyst í 2009. Mánadagin á Gibraltar kann hann taka metið hjá bygdamanninum, Benjaminsen.
Heidi Sevdal hevur sum tann einasta higartil spælt 96 A-landsdystir fyri Føroyar.
Ein errin lítlibeiggi - hoyr og síggj Jóan Símun og Andrias Edmundsson her
Jóan Símun Edmundsson kom á vøllin miðskeiðis í 2. hálvleiki og var nær við at fáa gyltan møguleika at javna í yvirtíðini (Mynd: Sverri Egholm)
Sí fleiir myndir av Tórsvølli her
Viljormur Davidsen: Tók metið fyri flestar minuttir á A-landsliðnum (7.426 minuttir - fór framvið Fróða Benjaminsen)
- Tað er stórt, og tað eri eg errin av. Men tað visti eg ikki av; tað kemur sum ein skelkur.
Hetta segði ein bilsin men errin Viljormur Davidsen við FM1 í gjárkvøldið. Royndi og stinni vinstri bakkurin visti av ongum, tá raportarin Petur Asbjørn Lervig greiddi honum frá, at í hann í 13. minutti móti Kroatia fór framvið Fróða Benjaminsen í minttum.
Hetta hava persónar í okkara ítróttartoymi funnið fram til - serliga takkað FaroeSoccer.
Viljormur Davidsen spældi sín 89. landsdyst í gjár, og hansara minuttmet verður ikki tikið í bræði. Mánakvøldið fær 34-ára gamla verjuspælarin helst ein "rundan dystardag"
Hoyr samrøðuna við Viljorm Davidsen um serliga metið og dystin móti kroatum
Yvirlitið yvir spældar minuttir og annað á A-landsliðnum sæst á faroesoccer.com
Hálvthundrað hjá Gunnari Vatnhamar
Ikki nakað met men harðføri og drúgvi leirvíkingurin spældi sín A-landsdyst nummar 50 í gjár.
Gunnar Vatnhamar stóð seg væl undir trýsti, hóast miðverjin ikki hevði spælt kappingardyst í sjey vikur vegna knætrupulleikar.
Í gjár órógvaði ein tonn meira, men maðurin sum spældi fáar U-landsdystir, skal nú fáa tað í rætt lag og síðani til Gibraltar.
30-ára gamli leirvíkingurin kom inn á landsliðið í 2018 og hevur seinastu fimm árini spælt so at siga hvønn landsdyst. Gunnar Vatnhamar er, sambært FSF og FaroeSoccer, spælari nummar 27 á manslandsliðnum, sum kemur upp á hálvthundrað dystir.
(Hanus Sørensen hevði eisini ein "rundan dyst" í gjár: Nummar tjúgu)
Gunnar nær við at fáa høvdið á eitt gott innlegg hjá Árna Frederiksberg (Mynd: Sverri Egholm)
Geza fyri fyrstu ferð yvirhøvur
Fyrrverandi liðfelagain - og starvsfelagin - hjá Gunnari Vatnhamar spældi sín fyrsta A-landsdyst og allarfyrsta landsdyst nakrantíð.
Føddur í Ungarn, ungarask foreldur, men føroyskan samleika og búsitandi í Føroyum størsta partin av sínum 24 liviárum.
Nú er Geza David Turi í Grimsby, har hann fyri tíggju døgum síðani var við at senda Manchester United út úr Carabao Cup - í gjár var byrjanardysturin fyri Føroyar móti millum annað Luka Modric á miðvøllinum.
- Dreymurin er vorðin til veruleika. Hetta var eisini ógvuliga stórt, staðfestir Geza David Turi fyri Portalinum.
Hoyr alla samrøðuna við "debutantin", sum spældi eini tjúgu minuttir, her
Geza Turi hevur eitt sindur at fegnast um í hesum døgum - nú umboðaði hann Føroyar á fyrsta sinni (Mynd: Grimsby Town)
Geza Turi, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen, Jóan Símun Edmundsson og hinir ferðast seint seinnapartin til Gibraltar, har næsta uppgáva er mánakvøldið.
Tað verður tó uttan leikbannaða Odmar Færø. Gullbrandur í Horni Øregaard avloysir hann.
Sí eisini: Odmar hevur leikbann - Gullbrandur avloysir hann
---------------------------------------------------------------------
HM-undankapping 4. umfar:
Fríggjadagin 5. september á Tórsvølli
Føroyar - Kroatia 0-1 (0-1)
31' Andreij Kramaric 0-1
Føroyar (5-4-1): Mattias Lamhauge - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen (68' Martin Agnarsson) - Árni Frederiksberg (75' Jóannes Bjartalíð), Brandur Hendriksson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen (75' Geza David Turi), Hanus Sørensen (85' Adrian Rúnason Justinussen) - Meinhard Egilsson Olsen (68' Jóan Símun Edmundsson).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald