Bæði í Oslo og á stóra leikvøllinum í New Jersey varð róð. Fólk í túsundatal, og millum annað spælarar og venjaratoymi á vøllinum, gjørdu nú eyðkenda "ro"-rópið við rørslum.
Sí eisini: Norðmenn settu dám á Times Square
Ingrid Alexandra, prinsessa, og Sverre Magnus prinsur sóust fagna norskum málum á áskoðaraplássunum, og kátir norðmenn í hundraðatali fóru í morgunljósinum í Oslo niðan til slottið: Kongur skuldi vekjast.
Í Bergen var tað so ógvusligt, tá fegnir norðmenn trampaðu og klappaðu so hart og nógv, at tólið í býnum sum vanliga mátar jarðskjálvtavirksemi gjørdist virkið.
![]()
![]()
Kátir norðmenn í Oslo og við kongsslottið (Mynd: Amanda Pedersen Giske/AFP/Ritzau Scanpix)
Soleiðis eru søgurnar mangar um norska ovfarakætið, eftir at norsku menninir í sínum fyrsta HM-endaspælið í 28 ár, eru víðari úr bólkaspælinum fyri aðru ferð í søguni.
Fyrru ferð var júst í 1998. Tá var Ståle Solbakken spælari - nú hevur hann leitt Noreg víðari til 1/16-finalurnar, hóast eitt umfar er eftir av bólkaspælinum. Plássið varð tryggjað við 3-2 sigrinum á Senegal í New York-økinum í nátt.
Tað var høgri bakkurin Marcus Holmgren Pedersen, sum varð skiftur inn fyri skadda Julian Ryerson tíðliga í dystinum, sum sló til við hegnisligum máli stutt fyri steðgin. Beint aftaná var Erling Braut Haaland nær við at økja men rakti stongina. Áleyparin skuldi tó bert hava ein møguleika afturat, so var 2-0: Beint fyri steðgin fann vælspælandi Martin Ødegaard City-spælaran frálíka væl í mótálopi, og so var eingin ivi.
![]()
Bólturin fer á vakran hátt framvið Édouard Mendy, sum annars hevði nakrar góðar bjargingar fyri steðgin - og sum noyddist skaddur av vølli beint eftir 3-1 málið (Mynd: Al Bello/AFP/Ritzau Scanpix)
Tveir HM-dystir og fýra mál. Samanlagt 59 mál í 52 dystum á landsliðnum (Mynd: Angela Weiss/AFP/Ritzau Scanpix)
![]()
Mynd: Angela Weiss/AFP/Ritzau Scanpix
Ismaïla Sarr minkaði um munin fimm minuttir seinni, men fimm minuttir eftir 2-1 málið var Haaland aftur á blettinum. Hann smekkaði bóltin í netið við høgra beininum eftir gott álop, har innskifti Patrik Berg átti næstseinasta fótin á.
Norsku málini og rógvingin aftaná síggjast her
Sarr skoraði aftur í yvirtíðini, men tá var ov seint hjá Senegal, sum nú skal vinna á Irak - og helst við nøkrum málum - í seinasta umfari.
Noreg skal sunnukvøldið spæla bólkafinalu móti Fraklandi, sum eisini er víðari eftir 3-0 sigurin í langa dystinum móti Iran í Philadelphia. Tað kann fáa stóran týdning fyri kappingina víðari, hvørt man endar nummar eitt ella tvey í bólkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald