Fótbóltur

Norðmenn vísa øgiliga styrki

Tryggjaðu sær HM-luttøku í gjár. Erling Braut Haaland hevur skotið ikki færri enn 16 mál í hesi undankappingini.

Erling Haaland fegnast yvir enn eina skoring - hesaferð móti Italia. Norska málmaskinan hevur skorað ikki færri enn 16 mál í hesi undankappingini (Mynd: EPA)

Erling Haaland fegnast yvir enn eina skoring - hesaferð móti Italia. Norska málmaskinan hevur skorað ikki færri enn 16 mál í hesi undankappingini (Mynd: EPA)

2025-11-17 15:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norska landsliðið í fótbólti, við Erling Braut Haaland sum høvuðsavrættara, hevur víst øgiliga styrki í HM-undankappingini, sum fyri teirra viðkomandi varð avgjørd í gjárkvøldið.

Noreg vann greitt sín undanbólk við fullum stigatali, og norska landsliðið spældi seg sostatt til HM komandi summar. Hetta er fyrstu ferð síðan 1998 í Fraklandi, at Noreg er við til heimsmeistarakapping í fótbólti.

Noreg við Ståle Solbakken sum landsliðsvenjara, hevur tikið fótbóltsheimin á bóli í hesi indankappingini. Ikki bara fyri at spæla seg til HM, men fyri at vinna sín undankappingarbólk so sannførandi.

Noreg vann allar átta dystirnar sannførandi. 24 stig og 37-5 í málúrtøku.

Noreg spældi seinasta dystin á útivølli móti Italia í gjárkvøldið. Italia hevði ein lítlan møguleika fyri at spæla seg beinleiðis til HM. Men so skuldu italienarar vinna við onkrum sum líktist 16 málum.

Tað megnaðu italienar ikki – teir taptu dystin 1-4.

Og enn einaferð var tað superstjørnan hjá Manchester City, Erling Haaland, sum var avrættari. Hann skjeyt tvey av málunum. Antonio Nusa og Jørgen Strand Larsen skutu hini bæði.

[object Object]
9. september vann Noreg ikki minni enn 11-1 á heimavølli móti Moldova. Erling Haaland skoraði fimm ferðir í tí dystinum (Mynd: EPA)

Haaland hevur sostatt skotið ikki færri enn 16 mál í hesi undankappingini. Tað er tað tvífalda av tí, sum teir, ið hava fingið næstflest mál, hava skorað. Teir eru eysturríkarin Marko Arnautovic, niðurlendingurin Memphis Depay og onglendingurin Harry Kane.

Hetta er fjórðu ferð, at Noreg hevur spælt seg til eitt HM endaspæl. Í stórheitstíðini hjá Egil “Drillo” Olsen sum landsliðsvenjara, spældi Noreg seg til HM í USA í 1994, har liðið ikki kom víðari úr bólkaspælinum og í Fraklandi í 1998, har ligið kom í áttandapartsfinalurnar.

Noreg spældi eisini HM í 1938 í Fraklandi. Tá gjørdist tað bert til ein dyst, tí øll kappingin var eftir cup-skipan, og Noreg tapti fyrsta dystin móti Italia.

Italia, sum endaði nummar tvey í undankappingini hesaferð, og sostatt skal spæla røkk-støkk dyst sum tveyari fyri at sleppa til HM, sum verður í Kanada, Meksiko og USA komandi summar.

Sviar ein kjans afturat

Hevur tað gingið væl hjá Noregi, so hevur tað gingið av skriðuni hjá grannalandinum Svøríki.

Svøríki hevur bert fingið eitt stig í undankappingini, tað var á útivølli móti Slovenia. Síðan hevur liðið tapt fýra dystir á rað og liggur aftast í bólkinum.

Svøríki spælir í annaðkvøld heimadyst á Strawberry Arena (fyrr Friends Arena) móti júst Slovenia. Vinna sviar tann dystin, so hava teir møguleika fyri at leggja Slovenia aftur um seg í bólkinum, og sleppa undan ringastu eyðmýkingini.

Men hóast sviar eru langt frá at sleppa til HM umvegis hesa undankappingina – so hava teir enn ein møguleika, nevniliga umvegis Nations League-kappingina, har tað bíðar ein røkk-støkk dystur.

Danir móti Skotlandi í annaðkvøld

Danmark liggur væl fyri at koma við til HM í summar. Danir hava ein dyst eftir – hann verður móti Skotlandi á Hampden Park í Glasgow í annaðkvøld. Danmark tryggjar sær fyrsta plássið – og beinleiðis HM-luttøku – við javnleiki.

Skuldi Skotland vunnið dystin, so fara skotar við fyrsta plássinum, og Danmark má spæla røkk-støkk dyst.

Hini norðurlondini hava ikki møguleika at koma við til HM. Føroyar endaðu sum kunnugt á triðja plássi í sínum bólki.

Sama við Íslandi, sum gjørdist nummar trý eftir Frakland og Ukraina, men væl framman fyri Aserbajan.

Eisini Finnland endar á triðja plássi, hóast landið hevur spæld allar sínar dystir, meðan hini fýra londini í bólkinum hava ein dyst eftir at spæla, og teir verða í kvøld.

Evropeisku londini, sum í skrivandi løtu hava tryggjað sær HM-luttøku eru hesi: Ongland, Frakland, Kroatia (úr bólkinum hjá Føroyum), Portugal og Noreg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder