Fótbóltur

Noreg hevur vunnið fyrsta røkkstøkkdystin í endaspælssøguni

Og er fyrsta evropeiska liðið sum er víðari til 1/16-finalurnar í hesum HM-endaspælinum - Brasil bíðar sunnudagin. Tað var sjálvandi Erling Haaland, sum avgjørdi dystin seint í Dallas. Seinni í kvøld spæla Svøríki og Frakland.

Landsliðsmál nummar 60 hjá Haaland fyri Noreg - higartil tað mest týðandi tí tað sendi landið víðari til HM-áttandapartsfinaluna (Mynd: Paul Ellis/AFP/Ritzau Scanpix)

Landsliðsmál nummar 60 hjá Haaland fyri Noreg - higartil tað mest týðandi tí tað sendi landið víðari til HM-áttandapartsfinaluna (Mynd: Paul Ellis/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-30 20:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sannur fótbóltsfepur hevur rakt Noreg og norðmenn kring allan heim. Fyri fyrstu ferð síðani ár 2000 er manslandsliðið til eitt endaspæl, og gongur ikki friðarliga fyri seg.

Norðmenn hava eisini skotið og róð seg í hjørtuni á mongum kring heimin, og í kvøld var einki undantak.

Noreg var tað betri fyri steðgin, og í 39' minutti skoraði Antonio Nusa eitt dreymamál. Leipzig-vongurin fekk bóltin til vinstru í brotsteignum, eitt hvasst trekk og eitt frálíkt skot í longra málhorn.

[object Object]

[object Object]
Antonio Nusa gjørdi bart stutt fyri steðgin, og so var 1-0 í Texas (Mynd: Stacy Revere/AFP/Ritzau Scanpix)

Tað var 1-0 leingi, og Noreg burdi lagt seg á odda 2-0 í tveimum førum miðskeiðis í 2. hálvleiki - serliga í sambandi við ein deyðbólt.

Men Fílabeinsstrondin vísti eisini tenn í hesum dystinum; serliga við sínum mongu kviku álopskendu spælararnir. Amad Diallo úr Manchester United kom av álvara út á dystin, og í 74' minutti spældi Diallo bandaspæl, dribblaði víðari og javnaði.

So luktaði av longdari leiktíð í Texas, men Noreg og Erling Haaland vildu tað øðrvísi: Innskifti Oscar Bobb fann væl Patrick Berg í brotsteignum, teir hjá Fílabeinsstrondini fóru allir eftir Bodø/Glimt miðvallaranum men gloymdu at dekka Erling Haaland. 

[object Object]
Søguliga norska løtan, sum nú verður umboðað eitt knock-outt umfar afturat (Mynd: Paul Ellis/AFP/Ritzau Scanpix)

Tað er ikki eitt gott huskot: Størri 9'arin setti vinstra fótin á til endaliga úrslitið 2-1. 60 mál í 53 A-landsdystum og fimm í trimum HM-dystum hjá Haaland, sum skal halda fram, um Noreg skal halda fram.

Norsk "fólkaveitsla" í Dallas, heima í Ullevaal og nógva aðrastaðni, og sunnukvøldið bíðar mæta Brasil.

Fyrsta evropeiska liðið, sum er víðari til áttandapartsfinalurnar. Men í kvøld kemur eitt afturat: Frakland og Svøríki bresta saman klokkan 22 saman, har fraklendingar eru stórfavorittar.

HM-røkkstøkkdystir:
Fílabeinsstrondin - Noreg 1-2 (0-1)
39' Antonio Nusa 0-1
74' Amad Diallo 1-1
86' Erling Braut Haaland 1-2

22.00: Frakland - Svøríki
 (New Jersey, USA)

Mánadagin 29. juni
Brasil - Japan 2-1 (0-1)
29' Kaishu Sano 1-1
56' Casemiro 1-1 
90 (+5)' Gabriel Martinelli 2-1

Týskland - Paraguay 4-5 eftir brotsspørk (1-1 eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð)
42' Julio Enciso 0-1 
54' Kai Havertz 1-1

Brotssparkskapping:

[object Object]

Sí eisini: Týskland úti eftir brotssparkskapping - Brasil haltaði seg víðari

Sunnudagin 28. juni (Los Angeles, USA)
Suðurafrika - Kanada 0-1 (0-0)
92' Stephen Eustaquio 1-0

Sí eisini: Kanda gjørdist fyrsta liðið í áttandapartsfinalunum

-------------------------------------------------------

Mikudagin 1. juli 
02.00: Meksiko - Ekvador (Mexico City, Mexico)
17.00: England - DR Congo (Atlanta, USA)

21.00: Belgia - Senegal (Seattle, USA)

Hósdagin 2. juli
01.00: USA - Bosnia-Herzegovina (Santa Clara, USA)
20.00: Spania - Eysturríki (Los Angeles, USA)


Fríggjadagin 3. juli
00.00: Portugal - Kroatia (Toronto, Canada)
04.00: Sveis - Algeria (Vancouver, Canada)

19.00: Avstralia - Egyptaland Egypt (Arlington, USA)
23.00: Argentina - Cape Verde (Miami, USA)

Leygardagin 4. juli
02.30: Kolumbia - Ghana (Kansas City, USA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder