Nógvir spennandi HM-dystir eru á skránni í kvøld og í nátt, har øll tólv liðini hava okkurt at spæla fyri.
Nógv eygu verða helst vend móti New England klokkan 20 okkara tíð, tá ein av størstu HM-favorittunum og ein av mest spenanndi "outsidarunum" møtast.
Frakland og Noreg hava bæði fult stigatal eftir tvey umfør - og Erling Haaland og Kylian Mbappé hava skorað fýra mál hvør. Hetta kann gerast eitt veruligt brak.
Tó skrivaði NRK fyri lítlari løtu síðani, at Erling Haaland mest sannlíkt byrjar á bonkinum: Ståle Solbakken hevur í hyggu at skifta so at siga alt liðið út í mun til tveir teir fyrstu dystirnar, sambært norska kringvarpinum.
Samstundis spæla Senegal og Irak um møguleikan at koma víðari, og í nátt skulu Belgia og Uruguay mest sannlíkt vinna sínar dystir.
Sí yvirlit niðanfyri
Sí eisini: Elanga sendi Svøríki víðari - uttan at vita av tí
Bólkur I
1. Frakland 6 stig *
2. Noreg 6 stig *
---------------------
3. Senegal 0 stig
4. Irak 0 stig
* Víðari
Fríggjadagin 26. juni:
20.00: Frakland - Noreg
20.00: Senegal - Irak
Bólkur H
1. Spania 4 stig
2. Uruguay 2 stig
----------------------
3. Kap Verde 2 stig
4. Saudi Arabia 1 stig
Leygarnáttina 27. juni:
01.00: Spania - Uruguay
01.00: Saudiarabia - Kap Verde
Bólkur G
1. Egyptaland 4 stig
2. Iran 2 stig
---------------------
3. Belgia 2 stig
4. Nýsæland 1 stig
Leygarnáttina 27. juni:
04.00: Belgia - Nýsæland
04.00: Egyptaland - Iran
Dystirnir síggjast millum annað á rásunum hjá DR og TV2 - umframt á DRTV og TV2 Play. Summir eru eisini á KVF og øðrum norðurlendskum kringvarpum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald