
Landsliðsvindeygað kom at enda í gjárkvøldið, og tá kom eitt av mest merskiverdu úrslitunum í tí.
Ikki tí: Tey allarflestu væntaðu, at Noreg fór at vinna á Moldova á Ullevaal. Men við tíggju málum?
Tað var 5-0 í steðginum, og tá hevði Erling Braut Haaland longu gjørt hattrikk. Tað varð ikki betri hjá Moldova í 2. hálvleiki, hóast liðið hjá Ståle Solbakken gjørdi eitt sjálvmál.
Noreg skoraði seks mál afturat í ta rætta málið. Harav kom Haaland upp á samanlagt fimm mál í dystinum, og er áleyparin hjá Manchester City nú greiður toppskjútti í allari evropeisku undankappingini.
Tað var eisini merkisvert, at Thelo Aasgaard kom á vøllin í 64. minutti og síðani skoraði fýra mál. Rangers-spælarin gjørdi av álvara skjótt av.
Marra hjá Moldova sum einki stig hevur eftir fimm umfør. Noreg hevur higartil fult stigatal (15 stig). Liðið vann fyrr í ár 3-0 á Italia og undan dystinum í gjár varð tosað um, at Noreg skulu royna at vinna so nógv sum gjørligt á Moldova fyri málúrtøkuna - bert eitt lið úr hvørjum bólki kemur víðari til HM-endaspælið.
Hetta má sigast at hava eydnast, og Noreg er á veg ímóti sínum fyrsta endaspæli síðani EM 2000,
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald