Annað umfarið á rað helt tað hart hjá NSÍ: Tað var ikki altíð so pent, tað var 1-1 í langa tíð móti einum av lægru liðunum, men tað glapp móti endanum.
Í kvøld kom sigursmálið til 2-1 ikki eins seint sum ta frálíka hjá Peturi Knudsen. Men tað vóru ungir innskiftir mans, sum avgjørdu fyri NSÍ á Svangaskarði.
Viðmerkjarin hjá FM1: Innskiftu leikararnir hjá NSÍ gjørdu munin
NSÍ byrjaði væl - B68 svaraði væl aftur
Í fjør vann NSÍ allar tríggjar dystirnar á B68 - og samanlagt 17-2. Í kvøld kundi NSÍ leggja seg á odda í deildini við sigri á grannunum.
Stórfavorittarnir løgdu seg eisini á odda eftir tólv minuttir. Talan var um vælspælt álop , Marius Kryger Lindh ígjøgnum í høgru, legði út frá til Aron Knudsen og so stóð 0-1 á máltalvuni á Svangaskarði.
So skuldi ein trúð, at NSÍ var á veg móti trimum tryggum stigum, men toftamenn ernaðust, og talan gjørdist um eina góða grannauppgerð.
B68 legði út sum eitt óløgi eftir steðgin. Í sambandi við hornasparksstøðu legði Marjus Nón, ið er uppvaksin í NSÍ, væl innfyri, og har stýrdi Sebastian Lau Nielsen bóltin væl víðari í netið.
Heimaliðið hevði onkra vandastøðu afturat, og teir í gulum og svørtum skuldu veruliga stríðast fyri tí. Tað gav eisini úrslit.
Innskiftarar avgjørdu
Sigurður Ragnar Eyjólfsson gjørdi nakrar innskiftingar, ið hepnaðust væl.
Við Beinir Nolsøe fekk NSÍ betri tamarhald á miðvøllinum, og var tað eisini 22-ára gamli runavíkingurin, sum átti seinastu nerting á sigursmálinum.
Hetta var eftir innlegg frá 17-ára gamla Markus Klein Danielsen. Spenanndi vongurin skoraði í síðstu viku bæði málini í 2-1 sigri hjá føroyska U17-landsliðnum móti Estlandi, hann legði upp til sigursmálið móti Víkingi í 1. umfari, og aftur í dag gjørdi Markus mun.
Samrøða: Markus Klein Danielsen fegnast um enn eitt upplegg til mál
Sí eisini: Heim við fýra stigum
![]()
Markus Klein Danielsen, her í dystinum í Klaksvík í 2. umfari (Mynd: Jens Kr. Vang)
![]()
Støðan í Meistaradeildini:
![]()
NSÍ er framvegis ósigrað, og við kvøldsins sigri hevur liðið lagt trýst á hini topp-fimm feløgini, sum hittast innanhýsis 2. páskadag: B36 og HB spæla í Gundadali mánakvøldið, meðan kroysta KÍ tekur ímóti Víkingi.
Skráin fyri hinar dystirnar í 4. umfari:
Mánadagin 6. apríl (2. Páskadag)
15.00:
KÍ - Víkingur (FM1)
AB - 07 Vestur (FM1)
17.15: Skála - EB/Streymur
18.00: HB - B36
Frá klokkan 19.30 2. páskadag verður tikið samanum við sendingini "3. hálvleikur"
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald