Man fekk ikki tað, sum man annars kundi vónað við Løkin hetta fríggjakvøldið ó juli, tá tvey tey bestu liðini í føroyskum fótbólti í 2026 hittust til oddabrak:
"Summarveðrið" var regn og fitt av vindi, meðan fótbóltsspælið ikki stóð mát við, at talan var um liðini, ið kappast um meistaraheitið. Tað gjørdist inntenst í 2. hálvleiki, men góðskan í álopsspæli var ikki har, og ei heldur undirhald.
Stóra partin av dystinum vildi NSÍ ikki serliga nógv frameftir vøllinum, og uttan Petur Knudsen, sum skoraði hattrikk móti KÍ í steypahálvfinaluni í síðstu viku, megnaðu teir í gulum og svørtum so at siga als ikki at hótta KÍ-málið. Michal Przybylski hevði tó onkrar støður. Móti endanum kom Sammy Skytte inn sum fremsti maður; Odmar Færø, Gilli Rólantsson Sørensen og hinir høvdu tamarhald á.
Oddaliðið kundi í størri mun brúka eina stigið, og tað sást. Størri orka var løgd í verjupartin, har stinnu Daniel Obbekjær og Viljormur Davidsen í miðverjuni, við ungu og hartarbeiðandi Emil Weihe Joensen og Beiniri Nolsøe frammanfyri, løgdu lunnar um væleyndað verjuavrik.
Hoyr eisini: NSÍ er fremst aftaná oddauppgerðina
Spurnartekin kann og skal tó eisini setast við álopspartin hjá KÍ. Páll Andrasson Klettskarð hevði góðan møguleika í 5. minutti, Dávid Reynheym, ið fekk møguleikan frá byran í dag, hevði naskan stútara tíðligaí 2. hálvleiki, og í yvirtíðini varð skot hjá Halli Hansson blokerað í málteiginum. Árni Frederiksberg var við í øllum hesum møguleikunum.
Annars fingu føroyameistararnir lítið burturúr stóru yvirvágini við bóltinum og mongu innlegsstøðurnar: Liðið hjá Magnusi Powell stýrdi í løtum fínt við bóltinum, men skapti samanlagt ov lítið, og triðja dystin á rað (NSÍ, 0-2, og 07 Vestur, 0-1) fór KÍ av vølli eftir 90 minuttir uttan at skora. Í longdu leiktíðini í brotssparkskappingini við Løkin fyri níggju døgum síðani glapp, men hesaferð var ikki KÍ-fagnaður í Runavík.
Hoyr eisini: Páll Klettskarð: Seinasti nevyleikin manglaði í kvøld
Hinvegin fekk Hallur Hansson, sum annars hevði avrikað javnt væl í 90 minuttir, púra uppiborið reytt kort í yvirtíðini, tá hann í frustratión sparkaði Filip Drinic, tá bólturin ikki var til staðar. Hetta sá ein av hjálpardómarunum og beinleiðis reytt kort, hóast Hallur hevði gult áðrenn.
Smáar tveir minuttir seinni hevði Heini Viðoy aftur reyða kortið á lofti, og veruligt rok kom í, tá júst Filip Drinic var heldur harðligur í luftnærdysti. Hesaferð var reyða kortið væl meira ivasamt.
Rokið legði seg, dómarin bríkslaði av, og tað var áleið tað mest spenanndi sum hendi í oddadystinum. Bæði liðini rímiliga nøgd við javnleik, serliga heimaliðið sum fer í sumamrferiu sum nummar 1. Trý stig skilja framvegis NSÍ og KÍ, sum hava evropeiskar uppgávur í Klaksvík í næstu viku.
B36 kann nærkast, um tað eydnast at vinna á Víkingi í morgin - FM1 sigur frá dystinum (kl. 14.30)
Støðan:
![]()
16. umfar í Meistaradeildini
Fríggjakvøldið 3. juni
19.00: NSÍ - KÍ 0-0
Leygarkvøldið 4. juni
14.30: B36 - Víkingur (FM1)
17.15: AB - EB/Streymur
18.30: Skála - B68
Sunnukvøldið 5. juni
15.00: 07 Vestur - HB (FM1)
19.30: 3. Hálvleikir (sending við samanumtøku)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald