
Í seinastu viku hevði NSÍ stóra yvirvág og var í yvirtali leingi, tá HJK vitjaði í Føroyum.
Í kvøld er tað umvent. HJK Helsinki herjaði á beinanvegin, og longu í 1. minutti noyddist Kristian Joensen at verja fyri skoti frá Teemu Pukki.
NSÍ tóktiskt tó skjótt at fáa tamarhald á, men fyritreytirnar hjá finnum gjørdust væl betri, tá føroyska liðið fekk reytt kort í 15. minutti.
Benji Michel jagstraði eina sending inn um NSÍ-verjuna, og rann síðani saman við Fabian Ness á brotsteigarmarkinum. Dómarin ivaðist ikki: Norski bakkurin hjá NSÍ skuldi hava reytt kort fyri at vera seinasti maður. Við føroysku brillum var hetta tó í minsta lagi bílligt.
Einki kom burturúr frísparkinum, men fimm minuttir seinni smekkaði Lucas Lingman bóltin upp í longra málhornið hjá NSÍ við frálíkum langskoti.
Síðani hevur tað í stóran mun verið eitt stórt trýst á NSÍ-málið. Oftast eru allir í vejrustøðu, og sum heild hevur tað gingið væl at hildið HJK frá fleiri stórum málmøguleikum. Tó hevur heimaliðið rakt yvirleggjaran einaferð eftir 1-0 málið.
NSÍ hevur framvegis "trý mál at geva av". Hetta kann verða ógvuliga týðandi, tí tað er millum lítið og einki, sum teir í gulum og svørtum fáa skapt í undirtali, og HJK fer ikki at helma í.
Til ber at stroyma fyri eitt gjald her
UEFA Conference League - 1. umfar
Seinnu dystirnir, hósdagin 17. juli
17.00: HJK - NSÍ (0-1) 1-4 samanlagt
Dysturin sæst eisini í Løkshøll
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald