
Í fjør vann kvinnuliðið hjá NSÍ greipuna og føroyameistaraheitið á fyrsta sinni.
Gullið í landskappingini gevur NSÍ rættin at spæla í Champions League, og beint fyri ólavsøku gekk leiðin hjá teimum gulkløddu úr Føroyum.
NSÍ er í bólkinum, sum verður spældur í Norðurmakedónia, og skal í dag spæla hálvfinalu móti vertsliðnum Ljuboten.
Norðurmakedónska meistaraliðið stendur sum favorittur hjá veddingarfyritøkum, men tað er ikki nógv, ið skilir styrkistølini hjá deildunum. Í landsliðshøpi eru Føroyar eisini framamnfyri Norðurmakedónia, so lagt er upp til spennandi dyst.
Ein vansi hjá NSÍ er, at liðið ikki hevur spælt dyst í beint yvir ein mánaða. Landskappingin fór í summarsteðg 27. juni.
Meistaraliðini úr Bulgaria og Armenia eru eisini í hesum innleiðandi bólkinum. Vinnararnir hittast til finalu um vikuskiftið, har spælt verður um víðari luttøku í Champions League.
Fyrsti dystur hjá NSÍ í Champions League byrjar klokkan 16. Hann kann stroymast ókeypis á Youtube.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald