
Á vetri 2021 kom hann til Føroya og NSÍ sum ein spenanndi álopskendur spælari.
Gongdin hjá Mikkel Elbæk Jakobsen var heldur misjøvn, tó at kviki danin serliga gjørdi vart við seg við nógvum uppleggum.
Frá 2022 til 2024 spældi Mikkel Jakobsen í íslendskum fótbólti. Sìðani fekk 07 Vestur miðvallaran aftur til føroyskan fótbólt, og har hevur Mikkel Jakobsen spælt seinasta árið.
Sambært FaroeSoccer hevur hann spælt 27 dystir og skorað trý mál. Í ár hevur 26-ára gamli danin spælt í øllum dystunum hjá 07; sum annar av bert tveimum útispælarin.
Tískil var tað heldur óvæntað, at NSÍ seinnapartin kunngjørdi hann sum nýggjan spælara - ein leigaðan spælara.
NSÍ skrivar á Facebook-síðu sínari, at Mikkel er leigaður árið út. Talan er helst um eitt slag av avloysara hjá Steffani Løkin, sum er givin at spæla fótbólt.
Mikkel Jakobsen í Conference League í 2021 - møguliga verður hann at síggja í hesi kappingini seinni í summar (Mynd: Bjarni Enghamar)
Mikkel Jakobsen er ikki tøkur til Conference League-dystin í Helsinki hósdagin. Hetta er tí, at 26-ára gamli spælarin sjálvandi ikki var skrásttur NSÍ-spælari áðrenn 1. umfar byrjaði. Mikkel verður møguliga tøkur til 2. umfar, um tað eydnast NSÍ at ger arbeiði liðugt eftir 4-0 sigurin í fyrra dystinum.
Hetta er triði nýggi spælarin hjá NSÍ í summar. Útlensdsku miðverjarnir Daniel Obbekjær og Henrik Olsen eru lagdir afturat - Kevin Jablinski er skaddur restina av árinum
- Ikki seinasta broytingin hjá 07 Vestur í summar
07 Vestur hevur eisini skrivað um skiftið fyri løtu síðani.
- Avgerð er tikin um at leiga Mikkel Jakobsen út til NSÍ, eftir at NSÍ hevur spurt seg fyri.
07 Vestur staðfestir, at hetta helst ikki verður seinasta broytingin í hópinum í hesum flytingarvindeyganum.
Tað letur aftur týsdagin. Eftir 16 umfør hevur 07 Vestur bert sjey stig og liggur til niðurflyting.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald