Fótbóltur

NSÍ megnaði ikki at halda stigið eftir steðgin

Petur Knudsen skoraði, og NSÍ skapti fleiri støður fyri steðgin. Men Hamrun skoraði málið í 2. hálvleiki, heimaliðið vantaði hvassleika, og ferðatunga liðið hevur betra útgangsstøði til dystin á Malta.

Hamrun Spartans skoraði til 1-1 tíggju minuttir eftir steðgin, og so var dysturin so at siga parkeraður (Mynd: Sverri Egholm)

Hamrun Spartans skoraði til 1-1 tíggju minuttir eftir steðgin, og so var dysturin so at siga parkeraður (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-09 22:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

NSÍ setti seg skjótt á dystin móti liðnum, sum fór av Malta mikumorgunin men ikki lendi í Vágum fyrrenn um middagsleitið í dag.

Sí eisini: Hamrun Spartans eru lendir í Føroyum

Heimaliðið hevði størri hvassleika og yvirskot størsta partin av 1. hálvleiki og eftir 25 minuttir skoraði Petur Knudsen flottan stútara eftir gott hornaspark frá Jann Benjaminsen.

[object Object]
NSÍ'arar fegnast eftir leiðslumálið. Heimaliðið hevði hótt eina løtu og fekk so gott deyðbóltsmál (Mynd: Sverri Egholm)

Oddaliðið í Meistaradeildini hevði fleiri aðrar støður, har millum annað Michal Przybylski hótti, men megnaði ikki at økja um leiðsluna. 

Viðmerkjarin hjá FM1: Spell NSÍ ikki legði seg greitt á odda í fyrra hálvleiki

Tíverri var tað sum at kenna sína vitjunartíð. Tí NSÍ kom ongantíð veruliga út eftir steðgin. Álopsspælið vantaði bit, og tað var til tíðir ov lætt hjá Hamrun at spæla seg ígjøgnum trýstið og keturnar.

Millum annað tíggju minuttir eftir steðgin, tá útiliðið kom í púra fría støðu í brotsteignum. NSÍ-málverjin Tom Amos bjargaði ógvuliga væl, tá Hamrun hevði sín einasta møguleika fyri steðgin, men nú megnaði hann ikki at halda heldur veika skotinum hjá Tobias Bjørnstad úti. Heldur endaði svenski málverjin meira við at beina skotið hjá norðmanninum í netið.

Síðani hendi ikki so nógv meira spennandi. Leikliga stigið var ikki serliga høgt og NSÍ, sum tað lá meira á at søkja eftir sigursmálinum, skapti ikki nakað nevnivert.

Harvið 1-1 og Hamrun Spartans hevur betri útgangsstøði til dystin á Malta hósdagin 16. juli, tá hitin verður nógvur.

Men stigið á illa samanspælda Spartans, sum ikki er í dystarvenjing, er ikki hægri enn so, at tað ikki ber væl til at koma víðari. Tær flestu fyritreytinar vóru hjá NSÍ at fáa fyrimunin í kvøld, men so noyðist liðið hjá Sigurdur Ragnar Eyjólfsson, sum Viljormur Davidsen sigur, "bara at vinna á Malta".

--

Conference League 1. umfar, fyrri dysturin
Hósdagin 9. juli við Djúpumýru
NSÍ -  Hamrun Spartans 1-1 (1-0)
26' Petur Knudsen (Jann Benjaminsen) 1-0
56' Tobias Bjørnstad 1-1

Meira um dystin her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder