
14. umfar í Betrideildini er fyri løtu síðani av, og talan gjørdist um drama við Løkin.
Vìkingur hevði nakrar heilt stórar málmøguleikar, men NSÍ var á odda, tá farið var um teir 90 minuttirnar. Hetta vegna mál hjá Brandi Hendriksson beint fyri steðgin. Eitt NSÍ-skot varð blokerað, bólturin stakk til Brand, sum til høgru í brotsteignum høgdi til. Skotið fór millum beinini á einum Víkingi og í longra málhorn.
Hetta sá út til at tryggja NSÍ trý kærkomin stig, men Víkingur vildi tað øðrvísi. Í 95. minutti sendi innskifti ungi miðvallarin, Arnór Brandsson, eitt frágerða gott hornaspark innfyri úr høgru. Poul Kallsberg leyp uppfrá mitt fyri málið við perfektari "time'ing". Flott mál og 1-1 við Løkin.
Einki stórt nøgdsemi í teimum báðum legunum, men Víkingur kann nýta til stigið til meira: Nú er liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen frammanfyri B36 og EB/Streym í stríðnum um 4. plássið - hetta takkað verið málúrtøku.
Tokini hjá KÍ og HB koyra víðari
B36 hevði sínar løtur í Klaksvík, har millum annað Mark Jensen í KÍ-málinum hevði tvær stórbjargingar. Tað eydnaðist tó heldur ikki at syfta oddaliðnum hesuferð. KÍ hevur nú heili 40 stig.
Eitt gott KÍ-álop í 28. minutti endaði við, at Marius Kryger Lindh gjørdi sjálvmál. Í 77. minutti økti júst innskifti Deni Pavlovic við góðum vinstra-beinsskotið.
Í yvirtíðini rann innskifti Djóni Sivertsen væl inn í KÍ-brotsteigin, spældi bóltin væl víðari, áðrenn hann heldur tilvildarliga datt til dreingin, sum júst hevur havt 17-ára føðingardag. Djóni var eirindaleysur, og hann skoraði sítt fyrsta mál á besta liðnum hjá barndómsfelagnum.
Tað var tó ov seint hjá B36.
07 Vestur fekk eisini bert minkað niður í 1-2, eftir at HB hevði skorað tvær ferðir. Emil Grønn Petersen, sum veruliga er komin í gongd, skoraði á sínum gamla heimavølli, áðrenn Leivur Guttesen økti. Fjórði sigurin á rað hjá HB og tann fimti í seks dystum undir André Olsen, ið ikki hevur tapt sum HB-venjari.
Eitt sindur tættari í botninum
07 Vestur er framvegis omanfyri strikuna, men javnleikurin hjá TB á jóansøku móti EB/Streymi ger, at liðini eru jøvn í stigum. TB var annars á veg móti sínum øðrum sigri í ár, men í 85. minutti javnaði innskifti og lívligi Thomas Bjørn Miezan fyri EB/Streym, sum kappast um 4. plássið.
Í Vági var eisini dystur í gjár. Har vann B68 trygt á FC Suðuroy, sum nú er einsamalt niðast á stigatalvuni.
Betrideildin 14. umfar:
Í dag, sunnudagin 22. juni
NSÍ - Víkingur 1-1 (1-0)
43' Brandur Hendriksson Olsen 1-0
90 (+5)' Poul Kallsberg 1-1
07 Vestur -HB 1-2 (0-0)
48' Emil Grønn Petersen 0-1
52' Leivur Fossdal Guttesen 0-2
75' Tobias Fabian Giusti 1-2
KÍ - B36 2-1 (1-0)
19' Sjálvmál 1-0
77' Deni Pavlovic 2-0
90 (+3)' Djóni Sivertsen 2-1
Í gjár, leygardagin 21. juni
FC Suðuroy - B68 0-3 (0-1)
27' Sebastian Lau Nielsen 0-1
73' Marius Nón 0-2
83' Jóhan Josephsen 0-3
TB - EB/Streymur 1-1 (0-0)
62' Samudeen Musah, br. 1-0
85' Thomas Bjørn Svenningsson Miezan 1-1
Støðan:
1. KÍ 40 stig
2. HB 31 stig
3. NSÍ 29 stig
4. Víkingur 21 stig
5. B36 21 stig
6. EB/Streymur 21 stig
7. B68 17 stig
8. 07 Vestur 7 stig
9. TB 7 stig
10. FC Suðuroy 6 stig
Næsta umfar(15. umfar):
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald