Fótbóltur

NSÍ oddalið eftir fyrsta triðingin - B36 eitt stig aftanfyri og KÍ trý

KÍ hevði flestu málmøguleikarnar í Gundadali í kvøld, men B36 var á odda eina góða løtu. Tað endaði javnt í inntensa oddadystinum - KÍ hevur vunnið undir helmingin av dystunum fyrsta triðingin av kappingini.

B36 og KÍ eru bæði framvegis ósigraði í Meistaradeildini (Mynd: Sverri Egholm)

B36 og KÍ eru bæði framvegis ósigraði í Meistaradeildini (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-09 22:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nummar tvey í Mestaradeildini tók tíðliga í kvøld ímóti nummar trý. Og eftir spennandi dystin í Gundadali eru B36 og KÍ á somu plássum - og bæði framvegis ósigraði í landskappingini.

Liðið hjá Jákup Martini Joensen spældi annan oddadystin hesa vikuna (NSÍ mánadagin, 2-0) var á veg at taka oddasessin aftur eina løtu.

KÍ hevði hinar stóru møguleikarnir í 1. hálvleiki, men í 37. minutti snittaði Torgeir Børven eina langa sending. Nakað av óskili var í KÍ-verjuni: Deni Pavlovic og Odmar Færø fóru báðir upp í nærdystin og órógvaði hvønn annan. Bartal Páll Klein rann aftrum KÍ-verjuna, Gaston Tellechea var ikki nóg árvakin, og so fekk ungi B36'arin møguleika at smekka bóltin í netið til 1-0.

[object Object]
B36'arnir fegnast eftir leiðslumálið 

[object Object]Árni Frederiksberg iðrar seg um ein av misnýttu møguleikunum í 1. hálvleiki - Árni hevði sjálvur eitt vinstrabeintsskot og ein stútara, sum fóru beint uppum. Í 2. hálvleiki bragdaði hjá 7'aranum og KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ var av álvara omaná fyrstu tjúgu minuttirnar eftir steðgin. Heini Vatnsdal var farin út við fipurskaða, men B36'arnir stríddust væl og vardu fyri nógvum.

Eftir 65 minuttir gekk tó galið hjá heimaliðnum: Ein annars vælsspælandi Rói Hansen á vinstra bakki var heldur bráður og feldi Páll Klettskarð í brotsteignum. Árni Frederiksberg takkði fyri, og so var 1-1: Eitt væl uppiborið mál at fáa hjá útiliðnum, sum skapti nógvar góðar støður og spældi væl í fleiri løtum í kvøld.

[object Object]
Árni Frederiksberg javnar úr ellivu metrum til endaliga úrslitið 1-1 (Mynd: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir frá dystinum her

Næstu løtuna vísti B36, við nógvum ungum og lokalum spælarum tó tenn. Oddadysturin bylgjaði aftur og fram, og nógv varð lagt fyri. Einki mál kom tó afturat.

Bæði liðini fóru annars eftir sigrinum, og nógvir nærdystir umframt spentar støður vóru í vælleidda og inntensa oddadystinum. KÍ var nærri við at avgerða móti endanum: Innskiftu Jonn Johannesen og Erlend Hustad komu væl til hvør sín stóra møguleika í brotsteignum, men omanfyri í báðum førum.

[object Object]
Nógv hart stríð um bóltin í Gundadali: Her vælspælandi Jákup Biskopstø Andreasen og innskifti Ragnar Samuelsen, sum gav KÍ ávist høvuðbrýggj (Mynd: Sverri Egholm)

Myndyr: Eitt mál hvør í leygarkvøldssólini

Harvið hevur KÍ vunnið undir helmingin av landskappingardystunum higartil: Fýra av níggju og liðið hjá Magnusi Powell hevur longu "mist" fleiri stig ann alt síðsta kappingarár.

Í dag kundu teir kongabláu saktans vunnið - og burdu eftir møguleikunum eisini gjørt - men B36 vísti aftur góðar dygdir í oddabraki, og í oddastríðum varð umfarið best hjá NSÍ, sum vann á HB í gjár. 

Sí eisini: NSÍ aftur oddalið og HB í heldur trongari støðu

Harvið er NSÍ oddalið eftir fyrsta triðing, men B36 og KÍ hanga í løtuni í. 

[object Object]

9. umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Í dag, leygardagin 9. mai
B36 - KÍ 1-1 (1-0)
24' Bartal Páll Klein (Torgeir Børven) 1-0
66' Árni Frederiksberg, br (Páll Klettskarð) 1-1

Sí meira um dystin her

Sí fleiri myndir frá dystinum her

Í morgin, sunnudagin 10 mai
15.00: Víkingur - EB/Streymur (FM1)

17.15: 
Skála - AB (FM1)
07 Vestur - B68

19.30: 3. Hálvleikur (Samanumtøkusending)

Til ber at fylgja gongdini í dystunum ovast á Portalinum

Í gjár, fríggjdagin 8. mai
NSÍ - HB 2-1 (1-0)
4' Michal Przybylski (Marius Kryger Lindh) 1-0
24' Storm Bugge Pettersen 1-1
51' Michal Przybylski (Jann Julin Benjaminsen) 2-1

Sí meira um dystin her

Les eisini: NSÍ aftur oddalið og HB í heldur trongari støðu


[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder