
Klokkan 13 er tað Víkingur og 1. umfar í Champions League, sum er á breddanum. Klokkan 15 snýr tað seg um KÍ og NSÍ.
Sí eisini: Víkingur kann raka heilt væl - ella fáa marruna úr Rumenia
Stóri munurin á føroysku liðunum í 1. umfari í Conference League er, at annað er styrkismett, meðan hitt ikki er. Hetta sæst eisini aftur, nú møguleikarnir eru farnir niður úr 23 til fýra.
KÍ kann møta eitt av hesum fýra liðunum:
Penybont FC (Wales)
Valur (Ísland)
SJK Seinäjoki (Finnland) - liðið hjá Samuel Johansen Ckukwudi
FK Auda (Lettland)
NSÍ kann møta eitt av hesum fýra liðunum:
Paide Linnameeskond (Estland)
HJK Helsinki (Finnland)
St. Patrick's Athletic (Írland)
KF Vllaznia (Albania)
Tað skal eitt sindur meira hepni til hjá NSÍ ar raka eitt heilt gott lutakast. Paide úr Estlandi man vera dreymurin - liðið er í løtuni nummar fimm í Estlandi. Í 2023 sendi B36 Paide út úr júst hesum umfarinum. KF Vllaznia er helst eisini eitt betri lutakast enn liðini úr Finnlandi og Írlandi - hóast ferðingin er longri, og meira hiti er í Albania.
Hjá KÍ man eingin ivi vera um, at Penybont úr Wales er dreymalutakastið. KÍ fer at vera greiður favorittur, um hetta verður mótsstøðan. Tað fer á pappírinum eisini at síggja fínt út við hinum trimum møguleikum, men Valur, Auda og SJK hava ymsikar dygdir, sum kunnu gera tað avbjóðandi. Auda vann samanlagt 3-0 á B36 í hesum umfarinum í fjør.
Við SJK spælir ein føroyskur miðverji. Samuel Johansen Chukwudi hevur gjørt vart við seg í Finnlandi, síðani HB seldi hann í vetur. Samuel vil tó sjálvur ikki møta KÍ - tað gjørdi hann greitt fyri Portalinum fyrr í ár.
- Vit kunnu møta KÍ í Conference League. Nú veit man, hvussu væl teir duga at spæla hesar evropeisku dystirnar, so tað er líka við, at man vil sleppa undan at spæla móti teimum.
Samuel í steypasigrinum í Klaksvík í fjør - kanska hann skal ein túr til Klaksvíkar í summar (Mynd: Sverri Egholm)
Lutakastið byrjar klokkan 15 føroyska tíð. Til ber at síggja meira um tað og stroyma á uefa.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald