Tað er uppreistrarhuglag í leguni hjá Hamrun Spartans men ovurhondsstórur fagnaður í NSÍ-leguni, nú liðið hevur skrivað søgu. Hetta er greitt eftir dramatiska 2-1 sigurin í Ta Qali.
Í nógva hitanum og slavnu luftuni á Malta var talan um megnaravrik hjá oddaliðnum í Meistaradeildini - sum tíverri fá í Føroyum sóu, tí stroymingin av Malta ikki riggaði, og neyðugt var at fara á veddingarsíður ella ivasama stroyming fyri at síggja seinna dystin í 1. umfari í Conference League.
Men tey, ið hugdu og tey ið vóru har, sóu ein margháttiligan og dramatiskan enda:
Tað var 1-1 (Michal Przybyski skoraði fyrra málið hjá NSÍ), samanlagt 2-2 og 93 minuttir farnir. Júst sum dysturin var á veg í longda leiktíð, jagstraði Tobias Hestad eina sending. Innskifti norski áleyparin hjá NSÍ fekk liggjandi fatur á honum, júst sum bólturin var á veg út av mállinjuni - og eftir øllum at døma júst var tað.
Tað hildu teir hjá Hamrun eisini. Bólturin endaði hjá liðformanninum, sum tók bóltin við hondini, tí teir á heimaliðnum ætlaðu at taka málspark.
Dómarin úr Luksemborg var tó ivaleysur og dømdi brotsspark. Teir hjá Hamrun Spartans svakir, men undir stóra trýstinum og við øllum, helt Petur Knudsen høvdið kalt. NSÍ-liðformaðurin sendi málverjan skeivan veg og NSÍ víðari í Conference League við samanløgdum 3-2 sigri, meðan spælarar og tey kring Hamrun Spartans vóru svøk.
![]()
Knudsen sendi NSÍ víðari - hann skoraði eisini í fyrra dystinum
Savnsmyndir: Sverri Egholm
Fyrstu ferð at NSÍ er víðari í júst hesi kappingini, og fyrstu ferð at felagið spælir seg víðari yvir tveir dystir. Í 2020 vann NSÍ 5-1 á Barry Town og kom viðari í Europa League. Men tá var talan um ein dyst, vegna koronustøðuna, og spælt varð á Svangaskarði.
Sterkt avrik samanlagt hjá Sigurður Ragnar Eyjólfsson og hansara liðið - hóast keðiligan 2. hálvleik í fyrra dystinum. Í 2. umfari í Conference League skal NSÍ spæla móti slovenska Koper, sum á pappírinum er nøkur stig upp í mótstøðu.
Fyrri dysturin verður spældur í Klaksvík um eina viku, hódagin 23. juli. Tann seinni í Slovenia 30. juli.
Meira um avrikið á Malta seinni
Conference League 1. umfar - seinni dysturin
Hósdagin 16. juli á Centenary Stadium, Ta Qali
Hamrun Spartans - NSÍ 1-2 (0-1) - Samanlagt 2-3
43' Michal Przybylski 0-1
53' Ante Coric 1-1
90(+4)' Petur Knudsen 1-2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald