2026-06-30 22:05
NSÍ styrkir seg og hevur skrivað sáttmála við 29 ára gamla danan Sammy Skytte, sum verður partur av hópinum restina av hesum kappingarárinum.
Hann spældi tvey kappingarár við HB kappingarárini 2024 og 2025. Hann skoraði 16 mál fyri HB í 49 dystum.
Karstin Joensen, formaður, og Sammy Skytte (Mynd: NSÍ)
Áðrenn Sammy kom til Føroyar at spæla, hevur hann umboða feløg sum, Silkeborg IF (DK), FC Midtjylland (DK), AC Horsens (DK), Stabæk (NO), Bodø/Glimt (NO) og Concordia (RUM). Síðani Sammy fór úr HB, hevur hann leikt við FA Siauliai í bestu deildini í Litava.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald