
NSÍ var í dreymalandi eina løtu í Norðurmakedónia.
Tá bert ellivu minuttir vóru spældir av dystinum í Skopje - tí fyrsta Champions League dystinum hjá NSÍ-kvinnunum higartil - legði Rebekka Benabakoura tær gulkløddu á odda.
Áleyparin las eina støðu væl og revsaði eitt mistak í makedónsku verjuni, tá hon fangaði bóltin og sendi bóltin millum beinini á málverjanum.
Harvið skoraði Rebekka fyrsta málið í evropeiskari kapping higartil hjá NSÍ-kvinnunum, og sendi hon gestirnar á sigurskós.
NSÍ-fagnaður á vøllin og millum føroyingarnir á áskoðaraplássunum (Myndir: NSÍ)
Megnaðu ikki at standa ímoti
Leiðslan hjá føroyameistarunum helt tó ikki leingi í Skopje. Ljuboten javnaði við langskoti tríggjar minuttir seinni, og beint undan vatnsteðginum skoraði heimaliðið við heldur tilvildarligum máli.
Beint fyri steðgin spældi Ljuboten seg úr høgum trýsti, bólturin varð sendur innum verjuna hjá NSÍ, og so var 3-1.
Tað gjørdist ov tungt hjá NSÍ at venda tí í nógva hitanum í Skopje, hóast liðið hjá Allani Dybczak spældi seg til nakrar fínar støður.
Heimaliðið skoraði til 4-1 í 58. minutti, og Ljuboten skal sunnudagin spæla um víðari luttøku.
NSÍ spæla móti bulgarska NSA Sofia leygardagin klokkan 10. Har er tó ikki pláss í 2. umfari uppá spæl - tað spæla Ljuboten og Pyunik um sunnudagin.
NSÍ-liðið. Tær fyrstu kvinnurnar, sum hava umboðað felagið í Champions League - frammanundan hava EBS/Skála - tvær ferðir og KÍ - yvir tjúgu ferð - spælt í kappingini (Mynd: NSÍ)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald