Fótbóltur

NSÍ vann samanlagt 17-2 á B68 í ár

Fyri aðru ferð uppá undir sjey vikur vann NSÍ 3-1 á B68 á Svangaskarði. Í løtuni er NSÍ trý stig frá KÍ og hevur fimm stig niður til HB.

Klæmint Andrasson Olsen setti punktum á Svangaskarði við sínum 24. máli í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Klæmint Andrasson Olsen setti punktum á Svangaskarði við sínum 24. máli í ár (Mynd: Sverri Egholm)

2025-09-19 20:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

23. umfar í Betrideildini hjá monnum byrjaði á Svangaskarði, har B68 tók ímóti NSÍ. Hetta var fyrsti heimadystur hjá Fróða Benjaminsen sum venjara á Toftum, men fyrru helmingurin av fyrra hálvleiki var ikki tann besti hjá B68.

Í 10. minutti bjóðaði Jasper van der Heyden av í høgru og smekkaði til av brotsteigarmarkinum. Bólturin endaði í netinum umvegis Tórð Thomsen, sum burdi gjørt tað betur í støðuni.

Í 22. minutti kom ein høg sending uppum B68-verjuna. Eingin fekk tamarhald á Fabian Ness, sum hinuvegin fekk tamarhald á og síðani smekkaði bóltin upp í longra málhornið: 2-0.

Eitt flott NSÍ-mál, og tað sá út til at liðið hjá Jens Wedeborg hevði fult tamarhald á støðuni. Men stutt fyri hálvleik fór B68 í eit gott mótálop. Djóni Samuelsen royndi seg nakað uttanfyri brotsteign, bólturin rakti stongina og fór síðani í ryggin á Kristini Joensen og í málið.

Eftir steðgin var tað uppaftur meira sum ein grannauppgerð við fitt av nærdystum, nøkrum hørðum takklingum, fimm gulum kortum og fínum inntensiteti. B68 bjóðaði meira av í løtum, men sum heild var NSÍ sterkari og avgjørdi eisini ímóti endanum.

Talan var aftur um eitt gott mál: Innskifti Michal Przybylski spældi til Klæmint Andrasson Olsen, sum rann perfekt, tók eina flotta fyrstu nerting og síðani smekkaði bóltin í netið til 3-1 úr smáum 20 metrum. 

Við hesum sigrinum hevur NSÍ "hattrikk" móti B68 í ár - tað fyrsta síðani 2021. Við 11-0 sigrinum við Løkin tíðliga í ár, og nú tveimum 1-3 dystum á Svangaskarð í seinnu hálvu, vann NSÍ samanlagt 17-2 á grannunum í ár.  

Aftur trý stig til NSÍ, sum er ósigrað í ellivu dystum og hevur vunnið átta av teimum seinastu níggju dystunum. Í løtuni er liðið ikki fleiri enn trý stig frá KÍ, men oddaliðið hevur tó spælt tveir dystir færri. NSÍ er fimm stig frammanfyri HB í stríðnum um møguliga ógvuliga týðandi 2. plássið. HB spælir sín dyst í 23. umfari í morgin móti FC Suðuroy.

Betrideildin 23. umfar: 
Fríggjadagin 19. september
B68 - NSÍ 1-3 (1-2)
10' Jasper van der Heyden 0-1
22' Fabian Østigård Ness (Beinir Nolsøe) 0-2
43' Djóni Samuelsen (Hanus Højgaard) 1-2
88' Klæmint Andrasson Olsen (Michal Przybylski) 1-3

Í morgin, leygardagin 20. september
17.00: HB - FC Suðuroy

Sunnudagin 21. september
14.15: TB - B36

15.00: 
KÍ - EB/Streymur
Víkingur - 07 Vestur

Stigatalvan:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder