Tríggir teir seinastu dystirnir í 15. umfari vórðu spældir í kvøld, og tað var í stóran mun spenningur og inntensitetur.
Í Gundadali var tó heldur stórur munur samanlagt. HB skoraði tvær ferðir stutt fyri steðgin og tvær ferðir í 2. hálvleiki - fýra ymiskir málskjúttar - men áðrenn tvey tey seinnu málini hjá HB, skapti Markus Isaksen nakað av spennindi í við góðum máli til 2-1. Hetta helt í eitt lítið korter, men so vísti heimaliðið aftur dygdirnar. Skála er framvegis aftast í deildini, meðan HB fekk nakað av uppreisn eftir vánaliga steypaavrikið í Sarpugerði hóskvøldið: Hetta var annar landskappingardystin á rað, sum HB vann við trimum málum (B36 3-0, 21. juni)
HB er nú tvey stig frá 4. plássinum, meðan AB er trý stig frá. Uppflytararnir vunnu týðandi og søtan sigur á Svangaskarði í kvøld, har Brian Jakobsen skoraði einasta málið. Vandamikli vongbakkurin, Luca Ørsted Thorsteinsen, vann bóltin frá Marjus Nón nær við hornasparki og við frálíkum hørðum innleggi, fann hann roynda áleyparan í brotsteignum. AB var nærri 2-0, enn B68 var við 1-1 og er nú átta stig frá júst B68 og niðurflytingarstrikuni.
![]()
Brian Jakobsen, her í dysti fyri B68, skoraði móti sínum gamla felagið (Mynd: Sverri Egholm)
Í Norðagøtu var Víkingur samanlagt greitt omaná fyri steðgin og helt á við góðu taktunum frá seinastu dystunum. Tíðliga smekkaði Aron Benjaminsen langskot í málið, og eftir hálvan tíma fekk Jósef Ólavsson Gleðisheygg aftur eitt upplegg, tá ungi høgri bakkurin fann pannuna á Sølva Vatnhamar: Triðja málið í tveimum dystum hjá 40-ára gamla-miðvallaranum - Tom Amos í málinum hjá NSÍ skuldi tó gjørt tað betri í støðuni.
Aron Knudsen minkaði um munin í '41 minutti; hann lá á markinum, ella beint innanfyri markið, til rangstøðu, tá Marius Kryger Lindh sendi stikkningina í dýbdina. NSÍ vildi hava rangstøðu móti Aron Benjaminsen, tá hann varð sendur avstað í yvirtíðini í 1. hálvleiki. Tað var tað tó ikki, Amos feldi Aron, tá kviki vongurin var komin inn í brotsteigin, men Jørgen Nielsen var runnin við og økti til 3-1 móti barndómsfelagnum.
Jørgen Nielsen hevði trý upplegg í steypahálvfinalu hóskvøldið var aftur eyðsýndur í løtum í vinstru í kvøld: 9'arin skoraði og var nær við at skora aftur og avgerða í yvirtíðini (Savnsmynd: Sverri Egholm)
NSÍ var komið betri við út á 1. hálvleik og skoraði eisini bæði málini eftir steðgin.Talan var ikki um nakað sannførandi verjuspæl hjá heimaliðnum í støðunum.
3-2 málið sá út sum eitt ógvuliga bleytt brotsspark; har gjøgnumbrotið hjá NSÍ tó var ov lætt, har Aron Benjaminsen satsaði óneyðuga, og Petur Knudsen síðan revsaði. 3-3 málið var mótálop og rennidystur millum Tobias Hestad og Ingi Arngrímsson, sum fyrrnevndi vann og setti bóltin vann inn.
Annars hevði Víkingur eisini flestu støðurnar eftir steðgin, og Jørgen Nielsen fekk størsta møguleikan at avgerða inntensa dystin. Men Tom Amos bjargaði flott knøppu og góðu skotroyndini í yvirtíðini. Víkingur kom ikki nærri topp-trý og skal spæla móti B36 á útivølli leygardagin.
NSÍ kom væl aftur í torføra útidystinum, og hevur nú trý stig niður til KÍ, sum vitjar við Løkin fríggjadagin. Petur Knudsen noyðist tó at sita uttanfyri við leikbanni eftir gula kortið, sum liðformaðurin fekk í heitari støðu við Aron Benjaminsen.
15. umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Í dag, mánadagin 29. juni
HB - Skála 4-1 (2-0)
34' Stefan Radosavljevic (Noah Mneney) 1-0
42' Jákup Thomsen (Mathias Voss) 2-0
58' Markus Isaksen (Karl Martin Johansen) 2-1
72' Heini Fossdalsá Sørensen 3-1
90 (+3)' Noah Mneney (Ebiye Moses) 4-1
Sí meira um dystin her
B68 - AB 0-1 (0-1)
39' Brian Jakobsen (Luca Ørsted Thorsteinsen) 0-1
Víkingur - NSÍ 3-3 (3-1)
8' Aron Benjaminsen (Jósef Ólavsson Gleðisheygg) 1-0
32' Sølvi Vatnhamar (Jósef Ólavsson Gleðisheygg) 2-0
41' Aron Knudsen (Marius Kryger Lindh) 2-1
45 (+1)' Jørgen Nielsen (Aron Benjaminsen) 3-1
53' Petur Knudsen, br. 3-2
75' Tobias Hestad (Aron Knudsen) 3-3
Í gjár, sunnudagin 28. juni
KÍ - 07 Vestur 0-1 (0-0)
65' Casper Gedsted Hansen 0-1
EB/Streymur - B36 2-2 (0-1)
3' Bartal Páll Klein (Jógvan Kárason Gullfoss) 0-1
10' Gestur Bogason Dam (Búi Egilsson) 1-1
23' Gestur Bogason Dam (Búi Egilsson) 2-1
66' Ragnar Samuelsen 2-2
Sí eisini: 07 Vestur feldi føroyameistararnar í Klaksvík
Støðan:
![]()
Seinasta umfar undan summarsteðginum: ![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald