Eftir seinasta venjingardystin hjá HB, sum var í Sarpugerði í gjár, segði André Olsen við bolt.fo, at man kann vænta tveir nýggjar útlendskar spælarar í HB skjótt.
HB hevur í vetur mist millum annað Emil Grønn Petersen og hevur seinastu tíðina serliga letið eftir spælarum til álopskenda spælaran. Hetta uttanfyri landoddarnar.
Sum skilst, so er i øllum førum annar nær við at koma uppá pláss. Og tað ljóðar fyri vist, at talan skal vera um spælara, sum seinast hevur spælt við Motherwell í bestu deildini í Skotlandi. Har er fyrrverandi HB-venjarin, Jens Bertherl Askou, oddamaður nú.
![]()
Jens Berthel Askou leiddi í 2020 HB til greinpuna. Nú er danin venjari hjá Motherwell, sum er nummar fýra í skotsku Premiership (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Sambært upplýsingum hjá Portalinum og FM1 bendir nógv á, at talan er um Moses Ebiye.
28-ára gamli spælarin úr Nigeria hevur fyri tað mesta spælt sum miðáleypari men eisini á vonginum. Hann er ikki skrásettur fyri at hava spælt fyri nakað felag, síðani Motherwell ikki longdi sáttmálan síðsta summar - tað er óvist hví. Hetta var eftir 39 dystir og sjey mál fyri felagið.![]()
Moses Ebiye spældi í bestu skotsku deildini í tvey ár
Sambært transfermarkt.com hevur Ebiye spælt nógv í Noreg: 96 dystir í bestu deildini og 42 í næstbestu deildini. Samanlagt vað talan um 31 mál - hetta fyri feløg sum Lillestrøm og Aalesund.
Í júst Aalesund spæld áleyparin saman við Amidou Diop, sum HB fekk úr TB í vetur.
Tað skal staðfestast, at talan ikki er um váttaði tíðindini, men væntast kann, at HB fer at kunngerða sáttmála við Moses Ebiye í næstu viku.
Tað endaði 0-0 millum Víking og HB í gjár. HB og KÍ spæla stórsteypadyst leygardag 28. mars klokkan 17 á Tórsvølli. Liðið hjá André Olsen endaði við silvurheiðursmerki í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald