Fótbóltur

Nýggir høvuðsstuðlar hjá Meistaradeildini

Bygma Balslev, Føroya Tele og Atlantic Airways verða nýggir høvuðsstuðlar hjá MeistaraDeildunum hjá bæði kvinnum og monnum.

Frá vinstru: Sjúrður Olsen, Bygma Balslev, Eva Skeel Nolsø, Føroya Tele, Christian Andreasen, forseti í FSF, og Andrias Sólsker, Atlantic Airways (Mynd: Jóhanna Thomsem)

Frá vinstru: Sjúrður Olsen, Bygma Balslev, Eva Skeel Nolsø, Føroya Tele, Christian Andreasen, forseti í FSF, og Andrias Sólsker, Atlantic Airways (Mynd: Jóhanna Thomsem)

2026-02-19 17:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinnapartin hósdagin skrivaði Fótbóltssamband Føroya undir stuðulsavtalur við Bygma Balslev, Føroya Tele og Atlantic Airways.

Avtalurnar, ið eru galdandi næstu fimm árini, merkja, at hesar tríggjar fyritøkurnar verða høvuðsstuðlar hjá MeistaraDeildunum hjá kvinnum og monnum.

- Við samstarvinum fáa vit eitt sterkt og støðugt grundarlag at byggja á. Vit ynskja alla tíðina at menna okkara kappingar og kunnu við hesum avtalum arbeiða miðvíst við at lyfta tær upp á eitt hægri stig, samstundis sum vit skapa støðufesti og hava møguleikar fyri langtíðarætlanum, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.

Í felag vilja Bygma Balslev, Føroya Tele og Atlantic Airways leggja dent á, at føroyskur fótbóltur verður bygdur á trivnað og felagsskap um alt landið, og at geva komandi ættarliðum íblástur til menning og samstarv.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder